Hvønn rennur Vinnuhúsið og stjóri tess, sneisaørindi fyri?

Vinnuhúsið! Er tað til fyri allar limir sínar, ella bara fyri nakrar útvaldar,stórar aktørar á føroyska arbeiðsmarknaðinum?

Eli Brimsvík
28. oktober 2024 kl. 15:49

Vinnuhúsið! Er tað til fyri allar limir sínar,ella bara fyri nakrar útvaldar,stórar aktørar á føroyska arbeiðsmarknaðinum?

Og er fíggjarmálaráðsfrúðan her ein hentur “idiotur”sum verður brúkt í einum makt spæli,sum stóru fyritøkurnar(báði innan byggi,ali og pelagisku vinnuna ) standa aftanfyri!

Tað er sigandi,at seinasta kunngerðin úr Fíggjarmálaráðnum um broyting í løgtingslóg um skattalíkning í ringasta førði kann merkja,at báði feløgini sum starvast innan oljuvinnuna í Noreg, verða noyddar at snara lykilin um,hetta tí at starvsfólk frá 1. jan 2025 kanska ikki síggja meining í,at starvast innan hesa vinnu meir! Ein eyka rokning uppá uml 5000kr. mdr í 2025 og uml 6000kr. mdr í 2026 omaná ein sera lágan kurs á norsku krónuni,er ein stór eyka rokning hjá hesum persónum at gjalda!Ímynda vit okkum,at stórsti parturin av hesum persónum kemur heim til Føroyar at starvast, hvat fyri størv skula hesir so mannað? Gangi út frá,nú Vinnuhúsið hevur fingið sín vilja,at hesir uml 150 elektrikkarar, eru tryggjaðir líka góð størv innan teirra fak,tá teir koma aftur til Føroyar sum teir blivu tvingaðir frá í Noreg,ella hugsar mann møguliga  í Vinnuhúsinum, at hesir kunna starvast innan eldraøkið,sum tænarar,hjálparfólk o.s.v? Stjórin í vinnuhúsinum hevur vart seg við og sagt,at tað ikki kann verða rætt,at føroyska samfelagið stuðlar norskum arbeiðsgevarun,at kappast við føroyskar arbeiðsgevarar.Hvussu hann kemur til hesa niðurstøðu,skilji eg ikki rættuliga! Ein føroyingur og ein normaður sum starvast lið um lið hjá sama arbeiðsgevara í Noreg,fáa somu løn og rinda sama skatt,so her er eingin fordeilur kappingarmessiga fyri norska arbeiðsgevaran.

At persónar sum koma at merkja avleiðingarnar av hesum eru frustreraðir og illir, er val einki at siga til. Tað er ein seriøsur vandi fyri,at ein fráflyting verður verðuleiki,eisini innan onnur fakøkir,og hendir tað er lítið vunnið!

Hóðast ávaring, hevur mann helst tikið eina avgerð um,at lýsa kunngerðina við bindi fyri eyga,fyri at rættvísgerða, at nakrar”piparnøtir” (uml 4 mill kr)verða tiknar inn.Tað munar sum verða mann, tó sera lítið í stóra spælinum,og verður helst sum tá kellingin pissaði í buksurnar ,ein stokkutur varmi.Eg er heilt við uppá,at peningur skal til,og at  tað manglar í kassanum,men hví ikki fara eftir peninginum har sum peningur er at finna og sum landskassin hevur rætt til? Tað eru fleiri fyritøkur sum eg veit flestu føroyingar meta, rinda alt ov lítið til felagsskapin,sum eru stórir og ríkir aktørar við milliarda yvurskotum ár eftir ár í okkara vinnulívið. Nevnast kann tildømis Alivinnan-Pelagiska vinnan o.s.v

Føroyska skattaprosentið fyri partafeløg,bert 18 %. Hettar má verða eitt tað minsta í øllum Norðalondum.Hvussu ber tað til,at man ikki torir at nerta við tað? 

Stórsta alifelagið hevur eftir hvat hoyrist, alibátar siglandi millum oyggjarnar undir FAS skipanini,og far harvið allan lønarskattin hjá manningunum aftur frá landinum,samstundis sum yvirskotið, ár eftir ár er í milliardaklassanum! Um hettar er rætt, má tað sigast verða sera ómoralskt,og ikki sørt ein háan fyri meiniga skattaborgaran! Hettar er ikki nevnt fyri at leggja eftir einum ávísum felag,men bert vísa til tað polittiska dugnaloysi sum ræður innan hettar økið. 

Trupuleikin í hesum samfelagnum er,at tað er alt ov nógv sum ikki rinda tað tey burgdu til felagskassan,meðan alt ov nógv í hinum endanum ,mugu rinda undirskotið.

Alifeløgini beslagleggja hvønn tann einasta fjørð í Føroyum.

Tað hevur tildømis allar tíðir verði so, at føroyingar hava kunna fari á seiðaberg,at fáa sær eitt kók,tað kann mann sum so eisini enn,men er mann so heppin,at fáa ein fisk á seiðabergi,er hann sum oftast ikki etandi vegna av dálking frá alivinnuni,eins og hummarafiskarar fyrr hava víst á, so sjálvandi eiga tey at rinda fyri teir ampar,vanligi føroyingurin og samfelagið hevur av teirra virksemi,og tað munandi meir enn tað verður gjørt. Men á hesum øki er mestsum tøgn,frá Vinnuhúsinum! Hví?

Hvønn Vinnuhúsið og stjóri tess,renna sneisaørindi fyri,kann valla útleggjast ørvísi enn,at tað er  at behaga teimun stóru og ríku aktørunum,og um onkrir limir verða ofraðir á peningaliga altarinum,í mammons navni,gerst ikki við! 

Tað má sigast at verða eitt paradoks,at vínnuhúsið og stjóri tess,ganga á odda fyri hesum!


Eli Brimsvík,formaður

Havnar Handverkarafelag.