Sambært nýggju kanningini hjá stovninum Health Effects Institute, vóru yvir 8 milliónir deyðsfall í 2021 knýtt at luftdálking. Av hesum vóru yvir 700.000 børn undir fimm ára gomul.
"Okkara óvirksemi hevur djúpar ávirkanir á næsta ættarlið, við lívlangum heilsu- og vælveruárinum. Heimsumfatandi átrokandi støðan er ónoktandi. Tað er avgerandi, at stjórnir og fyritøkur taka hesar metingar og lokalt tøk dáta til eftirtektar og brúka tað til at kunna um týðandi, barnamiðað tiltøk til at minka um luftdálking og verja heilsuna hjá børnum," sigur Kitty van der Heijden hjá Unicef sambært The Guardian.
Kanningin forklárar eisini, at veðurlagskreppan leggur afturat luftdálkingini. Turt veður og landøkir, skógareldar og annað er við til at kasta støv í luftina.
Sum so ofta, ganga ringastu avleiðingarnar verst útyvir fátøk lond og tess børn. Deyðsfall hjá børnum vegna luftdálking eru 100 ferðir meira sannlík í tí mesta av Afrika, samanborið við ríkari lond.