Danske Bank fekk eina milliardabót í samband við eina sak um hvítvasking av pengum. Tað gevur bankanum eitt undirskot á 5,1 milliardir krónur.
Hetta framgongur av ársroknskapinum hjá bankanum fyri 2022.
Stjórin í Danske Bank er alt annað enn nøgdur við roknskapin.
- Úrslitið í ár er sjálvandi ikki nøktandi. Hetta er tó ein avleiðing av Estlandsakini, sum markerar eitt umráðandi umskifti fyri Danske Bank, sigur hann í einum tíðindaskrivi.
Í samband við hvítvaskigøluna í eini estiskari deild gekk Danske Bank við til eina semju svarandi til beint omanfyri 15 milliardir krónur.
Frá 2007 til 2015 fóru 1.500 milliardir krónur gjøgnum deildina í bankanum fyri útlendskum kundum í Estlandi. Tær flestu av milliardunum vóru illgrunaverdar, og nógvar verða mettar at koma frá kriminaliteti.