Hvítarussland ógildar øll loyvir hjá útlendskum miðlum

Uttanríkisráðið í Hvítarusslandi hevur ógildað øll loyvir hjá útlendskum fjølmiðlum at virka í landinum. Hetta, tí landið ynskir at broyta landsins reglugerðir og skipanir fyri fjølmiðlar

Sigurjón Einarsson
3. oktober 2020 kl. 13:21

Í einum boðum frá hvítarussisku uttanríkisráðnum tann 2. oktober, varð sagt, at allar akkreditteringar (øll loyvir, red.) hjá útlendskum fjølmiðlum vórðu ógildaðar alt fyri eitt, og at allir útlendskir miðlar, sum eru í landinum, skulu søkja um loyvi at virka í landinum av nýggjum. Hetta kemur í gildi tann 5. oktober.

Sambært fráboðanini, so hevur tilgongdin til nýggju reglugerðina verið ávegis í eina tíð og fer at gera tað lættari hjá útlendskum fjølmiðlum at fáa akkreditteringar í landinum.

Kortini verður í fráboðanini eisini nevnt, at hesar broytingar eru lagdar fram av stjórnini sum “okkara sjálvstøðugur rættur” at “verja okkum sjálvi” í samsvar við “upplýsingartrygdina av lýðveldinum, Hvítarussland”.

Tíðindamiðlar kring heimin hava skrivað og sagt frá mótmælisgongum frá mótstøðufólki í Hvítarusslandi, ið enn ikki vilja viðurkenna úrslitið av forsetavalinum tann 9. august, sum gav sitandi forsetanum, Alexander Lukashenko, stóran valsigur.  

Mótmælisfólkini siga, at úrslitið var falsað og alt ikki gekk eftir bókini, og at rætti vinnarin av valinum var andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaya.

Lukashenko, ið hevur sýtt fyri at leggja frá sær og víst aftur ákærunum frá andstøðuni, varð svorðin í eið til sítt sætta valskeið tann 23. september á einum loyniligum hátíðarhaldi í høvuðsstaðnum, Minsk.

Vesturlendskar stjórnir hava ikki viðurkent valsigurin hjá Lukashenko, og hava biðið hann um at lata valdið frá sær á ein friðarligan hátt.