Hvítarussland letur enn ein óheftan miðil aftur

Ein dómstólur í Hvítarusslandi hevur bannað enn ein óheftan miðil í landinum

Sigurjón Einarsson
17. august 2021 kl. 17:52

Belarus: Eftir áheitan frá innanríkisráðnum í Hvítarusslandi, hevur dómstólurin í landinum forbjóða netmiðlinum Zerkalo.io og teirra konto á sosialum miðlum vegna ekstremistiskt innihaldi, sambært dómstólinum í landinum.

Áður er netmiðilin Tut.by tikin niður av myndugleikunum.

– Vit hava rætt til at finnast at hesi avgerð, og sjálvandi fara vit at gera tað, skrivar Zerkalo-netmiðilin, sum virkar í útlandinum.

Tut.by og Zerkalo verða nú í Hvítarusslandi sæddir sum miðlar, ið fáast við “ekstremisktiskt tilfar”, og eru tí bannaðar av myndugleikunum í Hvítarusslandi. Zerkalo-netmiðilin hevur tó ongar ætlanir at steðga sínum virksemi.   

– Vit eru sannførd um, at vit ikki bróta lógina, og at niðurstøðan hjá myndugleikunum eru ógrundað. Tíðindafólkini hjá Zerkalo fylgja leiðreglunum fyri góðan journalistikk og hvítarussiskari lóg, skrivar netmiðilin.