Hvítarussland er útihýst

Føroyar møta Týsklandi í play-off

Jákup Bogi Joensen
1. mars 2022 kl. 09:45

Evropeiska Hondbóltssambandið, EHF, hevur fyribils gjørt av at útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi frá altjóða hondbóltskappingum. Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina, sum Hvítarussland hevur stuðlað.

Eftir ætlan skuldi føroyska manslandsliðið møta Hvítarusslandi í tveimum play-off dystum nú í mars, men hetta verður av ongum, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni við EHF sum keldur. 

Hetta merkir, at Hvítarussland er dømt úti av kappingini, og Føroyar sleppa beinleiðis víðari.

Og tað er ikki hissini uppgáva, sum bíðar føroyska landsliðnum. Føroyar skulu møta Týsklandi í tveimum play-off dystum.

Fyrri dysturin verður á útivølli mikudagin 13. apríl, og seinni dysturin verður á heimavølli leygardagin 16. apríl, skrivar Hondbóltssambandið.