Hvítarussar sum bera likamligt brek gingu mótmælisgongu

Fólk í Hvítarusslandi, sum bera likamligt brek, mótmæltu á gøtunum í Minsk í gjár. Tey krevja nýval

Sigurjón Einarsson
23. oktober 2020 kl. 16:26

Hvítarussar við likamligum breki bóru blómur og eisini flaggið hjá andstøðuni í landinum, ið er forboðið, tá tey gingu friðargongu gjøgnum gøturnar í Minsk í gjár undir heitinum: “Fólksins gonga við óavmarkaðum møguleikum”.

Tey luttakandi kravdu, at “einræðisharrin”, sum tey kallaðu forsetan, Aleksandr Lukasjenko, fyri, at hann leggur frá sær, so eitt nýtt og rættvíst forsetaval kann avgreiðast, eftir at valið tann 9. august verður sæð sum at vera skemmað av óreglusemi og sviki.

ES og fleiri onnur lond hava ikki viðurkent forsetavalið tann 9. august.

Her eru nakrar myndir frá gonguni:

Kelda: AP og TASS