Soleiðis byrjar BEINTA - A Symphonic Song Cycle, ið Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava tónsett. Verkið varð frumframført á Spot Festivalinum í Aarhus í 2016, tá Aarhus Unge Tonekunstnere bíløgdu tað frá teimum báðum Egilstrøð og Madsen. Nýggja heimsfruminnspælingin er nýliga útgivin á Dacapo Records, ið er fremsta danska plátufelag fyri klassiska og nýggja tónsetingarlist. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð syngur, Aarhus Symfoniorkester leikar og týski Andreas Delfs stjórnar. Vit eru sostatt stødd í klassiska konsertsalinum, tó at verkið sjálvt leitar sær langt út um siðbundnu karmarnar.
(@ Still from a film by Rammatik)
Nordic Music Days
Í august 2021 varð BEINTA á fyrsta sinni framført her heima á klettunum. Hetta var til Nordic Music Days, ið vóru hildnir á fyrsta sinni í Føroyum síðani stovnanina í 1888. Egilstrøð framførdi saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Eitt sjáldsamt høvi at uppliva nýskrivaðan og nýhugsandi orkesturtónleik í Føroyum - enntá frá einum nýliga útbúnum kvinnuligum føroyskum tónaskaldi. Slíkt er rárur fuglur her á landi, og undirritaði var tíverri burturstaddur ta ferðina. Vóni tó at sleppa at uppliva hetta verkið á konsert, tí tað er framúr hugtakandi at leggja oyru til. BEINTA er smidliga staðsett í einum post-sjangruligum marknalandi, har tvørlistalig samstørv ganga upp í eina hægri eind, og tað ger tað mikið spennandi at fáast við.
Hvat er ein sangsýklus?
Har eru kortini eisini meira basalir spurningar at svara. Hvat er ein symfonisk sangsýklus t.d. fyri nakað? Hetta hongur helst saman við spurninginum um, hvør skal lesa hetta ummælið. Er tað ætlað teimum, ið hava upparbeitt sær ein “habitus” innan klassiska konsertheimin og tí skilja koturnar í modernaðari tónsetingarlist? Ella er teksturin ætlaður almenninginum? Vónandi eitt sindur av báðum, og eitt vet av samanhangi er altíð hjálpsamt: ein sangsýklus ella -kringla merkir, at talan er um eitt savn av sangum, ið onkursvegna hongur saman tematiskt ella innihaldsliga. Sangirnir kunnu verða skrivaðir fyri solo rødd ella kór, og tað er sera ymiskt hvussu nógvir sangir eru í eini slíkari sýklus. Ofta er tað teksturin, ið er við til at skapa samanhangin. Eitt einstakt skald, ein søgugongd, tema, evni ella sameinandi kensla er tað, ið veitir sangunum teirra høpi. Tað kunnu eisini verða tónlistalig viðurskifti, ið skapa samanhangin við afturvendandi motivum, brotum og formligum bygnaðum. At talan er um eina symfoniska sangsýklus merkir, at vit í hesum føri hoyra eitt symfoniorkestur framføra saman við einum sangara.
Sagnarmikil femme fatale
Í væl frágingna bóklinginum til fløguna fæst at vita, at verkið BEINTA er føtt úr ómøguligu paradoksunum í menniskjans muru og heintar íblástur úr søguni um Beintu - hina sagnarmiklu femme fatale, ið livdi í Føroyum í 18. øld. Hetta er ein figurur, ið er fullur av mótsetningum; eins ótamd og ríggin og villa náttúran rundanum hana á avbyrgda prestagarðinum á Viðareiði, har hon livdi part av ævini og sigst at ganga aftur. Hon æt Beinta Broberg, men vit kenna hana úr søgnum og søgum sum kellingin Illa Beinta. Skaldsøgan Barbara hjá Jørgen Frantz-Jakobsen (1939) og filmurin av sama navni hjá Niels Malmros (1997) heinta sínar frásagnir úr sama tilfari.
Ein greið styrki við verkinum BEINTA hjá Egilstrøð og Madsen er, at tey ikki hava kastað seg yvir eina tunga biografiska og dramaturgiska lýsing av Beintu, men heldur nýta henda figurin sum yvirskipaðan skaldsligan og tónsetingarligan íblástur. Tá verður Beinta heldur ímynd av onkrum meira úrtøkiligum og tíðarleysum, og hetta gevur verkinum ein tematiskan lættleika, har pláss er fyri tulking og stórum listaligum spenni.
(@ Still from film by Rammatik)
Staðbundin íblástur
Íblásturin til at brúka søgnina um Beintu var annars bæði ítøkiligur og staðbundin. Eftir at hava gjørt sær drúgvar og áralangar royndir á tónlistaferð úti í verð, gjørdi Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð av at koma aftur til Føroya at vera í eina tíð. Ein vinkona úr barndómsárunum, ið nú varð innsett sum prestur, bjóðaði henni at gista á prestagarðinum á Viðareiði, ið sum kunnugt er norðasta bygd í landinum. Hetta eru júst tey húsini, har áðurnevnda Beinta skal hava vent øllum upp og niður, og Egilstrøð slapp enntá at búgva í kamarinum, ið sigst at hava verið kamarið hjá Beintu. Talan er um eini gomul hús við nógvum loyndarfullum ljóðum, og viðhvørt gjørdist húsið loyndarfullari enn veðrið. “Kanska spøkti hon meg”, sum Egilstrøð tekur til í bóklinginum.
Kynsligar stereotýpur
Meðan hon búði á prestagarðinum upplivdi Egilstrøð eina sterka kenslu av avbyrging. Hon kendi til søgurnar um Beintu, men hon heldur samstundis fyri, at har er ongin einstøk sonn søga um tað, sum hendi. Beintu lýsir hon sum eina viljasterka kvinnu, ið ikki lat seg upp í hendurnar á tí konservativa átrúnaðarliga samfelagnum, sum hon livdi í. Egilstrøð metir, at hetta samfelagið ikki vildi vita av hennara uppreistrarsinnaða anda, og tí spilti hennara eftirmæli, har hon varð lýst sum eitt slag av falnari kvinnu.
Undir avbyrgda uppihaldinum á prestagarðinum birtist hugskotið til verkið BEINTA, har hugmyndin um ein kropp og eitt sinn á ferð gjøgnum tíð og rúmd er afturvendandi. Hugskotið varð ment í samrøðum við starvsfelagan og vinmannin Allan Gravgaard Madsen, ið Egilstrøð kendi gjøgnum lesnaðin á konservatoriinum í Aarhus. Tey bæði høvdu leingi ætlað at samstarva, og í Beintu funnu tey sítt evni at skapa tónlistina burturúr. Sjálvur heldur Madsen fyri, at tey vórðu drigin at myrkrinum og dapurleikanum í søguni, ið tó sum frá leið gjørdist til eitt meira víðfevnandi tónlistaverk við fleiri løgum - bæði so og so.
Tætt samstarv
Ein stereotýp vanahugsan vildi verið at sagt, at tey bæði Egilstrøð og Madsen munnu hava býtt leiklutirnar soleiðis, at hon sang og hann tónsetti. Hetta samstarvið er tó nógv tættari og meira samansett enn so. Bæði eru tónsetarar (komponistar) og hava skrivað partiturið saman. Ilt er tí hjá lurtaranum at siga júst hvør hevur gjørt hvat. Henda kollaborativa tónseting brýtur frá teirri siðbundnu tilgongdini í klassisku tónsetingarlistini, har tað í allar flestu førum vóru hvítir, vesturlendskir (sum oftast steindeyðir) menn, sum einsamallir løgdu navn til og vórðu kanoniseraðir sum serliga týðandi tónaskøld. Her er okkurt annað uppá spæl, og óvanliga samstarvið verður eisini marknaðarført sum eitt slíkt av plátufelagnum Dacapo og publishing forlagnum Edition·S.
Gjøgnumarbeidd orkestrering
Tónleikaliga er talan um eitt verk, sum hegnisliga setir tingini saman á sín egna hátt - uttan atlit til siðvenju og hvat ein “eigur” at gera. Eitt symfoniorkestur spælir gamaní undir, og tað skapar nakrar ávísar hugbindingar, men í aðrar mátar flytir tónleikurin seg lættliga millum heimar - tað verið seg inn í partiturtónleik, populertónleik, sangskriving og okkurt heilt fjórða. Mær tykir, at ein greiður íblástur úr elektronisku verðini, við tess materiellu ljóðfatan og nágreiniligu ljóðviðgerð, eisini hevur sníkt seg inn í hesa verkætlanina. Egilstrøð er útbúgvin sum elektroniskt tónaskald, og tað elektroniska er integreraður partur av modernaðu tónsetingarlistini, hvørt tað so verður nýtt ítøkiliga ella í fluttari merking. Hesir ymsu heimar smelta saman í hondunum á Egilstrøð og Madsen, og sjálvt symfoniorkestrið upplivist eisini sum leir í teirra hondum. Talan er um eina livandi og leikandi instrumentering, ið eisini rúmar intensum dapurleika, tá tað er brúk fyri tí.
Symfoniorkestrið úr Aarhus spælir sum ein dreymur, og í bóklinginum fæst meira at vita um skapanargongdina. Her frættist m.a. at tey bæði Egilstrøð og Madsen høvdu workshops við ymsu sektiónunum í orkestrinum, har tey fyrireikaðu einstøku tættirnar í verkinum saman við tónleikarunum. Hetta hevur heilt týðiliga loyst seg.
Integrerað sangsýklus
Sjey sangir mynda hesa sangsýklus, og afturat sangunum eru fimm intermezzo, ið byggja brýr millum seks teir fyrstu sangirnar. Alt upplivist sum verandi integrerað, organiskt og partur av eini heild. Tað er sannførandi havandi í huga hvussu nógv ymisk element eru við. Í høvuðsheitum ber til at tosa um teir meira sveimandi sangirnar, og so teir meira ágangandi sangirnar. Teir sveimandi eru innbjóðandi og lagvakrir, og teir ágangandi hava ein ófrættakendan dám. Ein sparin nýtsla av øllum er gjøgnumgangandi, hóast komið verður víða um, og teir sjey sangirnir/satsirnir eru tilsamans beint undir 39 minuttir til longdar. Tað er ein hóskandi longd, ið letur lurtaran ynskja sær meira. Hetta sigst eisini at verða ein góð tummilfingraregla; “leave them wanting more”. Longdin passar forrestin eisini perfekt til eina vinyl LP, sum eg vóni at hetta verkið verður útgivið á.
Stigvís menning
Lykilin til at skilja hví verkið hongur so væl saman, er tann líðandi gongdin, sum allatíðina fer fram. Í byrjunarsanginum ‘A Vibrant Landscape’ førka vit okkum t.d. frá likamsleysu og spøkilsiskent upploystu byrjanini yvir í drynjandi mikrotónar og glíðandi glissandi, ið so hvørt gerast til fullfermdan kromatikk og alsamt greiðari harmoniskar samanhangir. Tætta ljóðmyndin verður útbygd so hvørt, og móti endanum er eitt dramatiskt niðurfarandi glissando, ið úrslitar í einum djúpum droni. Tað gongur upp fyri einum, at her er talan um sangir. Tonalt funderaðar sangir, hóast byrjanin var abstrakt. Tekstirnar eigur Egilstrøð, sum eisini syngur teir, og teir eru sum brotmyndir úr sálardýpi høvuðspersónsins, t.e. Beinta, har tað summastaðni verður skift millum enskt og føroyskt. At Viðareiði eisini hevur sett skaldsligan dám á verkið sæst longu í fyrstu reglu í ‘A Vibrant Landscape’. Byrjunarreglan “I drink my eyes full of ocean” er ein heilsan til minimalistisku yrkingina hjá Viðareiðisskaldinum Christian Matras: “Drekki mær eyguni full/av havi/í morgun/Og livi” (Úr sjón og úr minni, 1978). Fantastiskt.
Hugasambond
Triði sangur ‘Tempted’ hevur nærum jassutan dám í støðum við perkussivum drive og frekum blásarum. Ein púra óvæntað stórbýarlig vend í hesum annars so útjaðarliga heimi, ið mín sann eisini passar væl inn í heildina. Tekstliga er hetta opinskáraður erotikkur, har kynsliga tráðanin setir dagsskránna. Tað hóskar seg ótrúliga væl til huglagið. So havi eg hvørki sagt ov nógv, ella ov lítið.
Í ‘Tempted’ fái eg eisini hug at senda íslendsku Björk ein tanka, tí henni sleppur ein ikki undan í hesum tónlistaliga høpi. M.a. tí at røddirnar hjá teimum báðum Onnu Katrin og Björk hava okkurt í felag. Um eg skal loyva mær at gita hvat tað er, so meti eg at tað er tí at tær báðar hava varðveitt sín egna klang frá ungum árum, hóast tær eisini hvør sær hava drúgvar professionellar royndir. Tónsetingarliga eru eisini einstakir felagsnevnarar við áðurnevndu Björk, sum somuleiðis ferðast ómakaleyst í spenninum millum tónsetingarlist og populertónleik. Ein onnur viðkomandi sangarinna og útgáva er bretska Beth Gibbons úr bólkinum Portishead. Í 2019 debuteraði hon sum konsertsangarinna á plátu, har hon tulkaði Symphony of Sorrowful Songs hjá pólska tónaskaldinum Henryk Gorécki. Vanliga eru tað operasangarar, ið framføra hetta undurvakra verkið, men tá Gibbons syngur fær tað ein heilt annan og persónligan dám. Sama er við Egilstrøð, sum dugir at sameina teknikk og persónsmensku í síni rødd.
Møguligir evergreens
Onkrir av symfonisku sangunum hjá Egilstrøð og Madsen kunnu eisini lættliga fungera sum desideraðir poppsangir, ella í øllum førum sum evergreens av onkrum slag, t.d. áðurnevndi ‘Tempted’ og vakra balladan ‘Moon’, har Egilstrøð skiftir millum at syngja á enskum og føroyskum. Ein føgur ballada til hitt loyndarfulla himmallikamið, sum í óminniligar tíðir hevur havt sína ávirkan á menniskjans ringrás.
Fimti sangur ‘Óró’ er á føroyskum allur sum hann er, og musikalskt livir lagið væl og virðiliga upp til heitið. Ein mikrotonalur dámur er yvir strúkarunum, og síðani tekur eitt buldrandi insisterandi klaver yvir. Sum heild er ein ein skelvandi óró er yvir hesum og øðrum sangum á plátuni, sum í støðum leiðir tankarnar til filmstónleikin hjá bretska tónaskaldinum Mica Levi til filmar sum Under The Skin (2014) og Jackie (2016), umframt Scott Walker o.a. avantgarde íblástan populertónleik. Framúr.
(@ Still from film by Rammatik)
Rámandi myndir
Rámandi visuella dimensiónin til verkið er skapt av duoini RAMMATIK, ið telur tær báðar Rannva Káradóttir og Marionnu Mørkøre. Tær hava gjørt ein s/h film, ið verður sýndur afturvið framførslum av verkinum, og stillmyndir úr filminum hóska seg eisini væl sum myndatilfar afturvið tónlistini. Sjálv permumyndin á fløguhúsanum eftir Studio Tobias Røder er tó heldur myrk og minimalistisk, men kanska er kortini ein meining í sjálvum motivinum. Tað kundi líkst eini havsbrúgv, ið dagar undan við sólarris. Ein kann ímynda sær hesa vónsælu sjón, ið møtir Beintu, tá hon stendur har einsamøll við sjóvarmálan, starir út á opið hav og merkir hvirlurnar í andlitinum. Í so máta er ein ávís vón fyri framman, hóast trupla og paradoksala upphavið.
Upploystu mørkini
Tað er ein frægd at uppliva tílík tónlistafólk sum Egilstrøð og Madsen, ið ferðast lystiliga tvørturum sjangrumørk og hava gloymt alt um stirvin og avgomul býti millum “klassiskt” og “rútmiskt”. Eitt annað føroyskt tónaskald, Teitur Lassen, ger nakað av tí sama, tí hann ferðast eisini ómakaleyst millum populertónleik og tónsetingarlist. Sum heild er tað gleðiligt er at síggja, at okkara yngru tónaskøld, tónleikarar og listafólk í alsamt størri mun halda uppat at hugsa kategoriskt, og heldur blanda tingini saman sum teimum lystir. Tað er nevniliga teirra, og okkara, framíhjárættur. Vit liva í eini pluralistiskari tíð - um vit so kalla hana post-postmodernisma ella metamodernisma, men tað er ein onnur (og longri) søga.
Í føroyskum høpi er eitt verk sum hetta sum lundi á jólanátt, og tað ganga ár millum at føroysk listafólk avrika á hesum støði. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð slóðar fyri sum fyrsta konservatoriiútbúna kvinnuliga tónaskald úr Føroyum. Tað er flott. Tey bæði Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen leggja væl frá landi við hesum samstarvi og eiga rós uppiborið.
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð (f. 1981) var í fleiri ár sangari og oddakvinna í folk-electronica bólkinum Valravn, ið túraði í 25 ymiskum londum. Hon hevur nomið útbúgving í elektroniskari tónseting á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus og tónsett fyri ljómlið sum Århus Sinfonietta, Vocal Group Concert Clemens, Njyd og CRAS, umframt at hon eisini arbeiðir tvørsjangruliga og hevur skrivað tónleik fyri virðislønta ljómliðið Mute Comp. Sum konsertsangarinna hevur Egilstrøð áður m.a. framført Pierrot Lunaire; ein sangsýklus frá 1912, ið Arnold Schönberg tónsetti til yrkingar eftir Giraud/Hartleben. Hetta umframt hevur Egilstrøð eisini framført sangsýklussina Me Quitte hjá Niels Rønholdt. Hesi bæði seinnu verkini framførdi hon saman við navnframa ljómliðnum SCENATET. Í 2021 fekk Egilstrøð trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
Allan Gravgaard Madsen (f. 1984) hevur nomið útbúgving sum tónaskald á Det Jyske Musikkonservatorium. Hansara verk hava verið framførd av ensemble recherche, Aarhus Symfoniorkester, Duo Åstrand / Salo, DR Symfoniorkestret, JACK Quartet v.fl. Madsen hevur móttikið talent virðisløn úr Léonie Sonning’s Music Fond og úr Carl Nielsen & Anne Marie Carl-Nielsen’s Legat, umframt starvslegatir úr Statens Kunstfond. Madsen arbeiðir eins og Egilstrøð tvørturum sjangrur og er hústónaskald hjá Aarhus Symfoniorkester inntil 2024. Síðani 2018 hevur hann samstarvað við ljóðlistamannin og Ph.D.aran Morten Riis um listaliga gransking innan tøkni og tónleik. Madsen kann í løtuni eisini upplivast í DR sjónvarpssendingum sum “Den Klassiske Musikquiz” og “Operarejsen”.