Hví skulu vit hava kommunur?

Verandi kommunubygnaður er við til at minka um bæði privatu og kommunalu vælferðina

Sámal Matras Kristiansen
6. august 2024 kl. 07:47

Nú stundar til kommunuval er aftur tos frammi um kommunusamanlegging. Sjálvbodna kommunusamanleggingin var misjøvn, og seinastu árini er kommunusamanleggingin nærum steðgað upp. Ein roynd varð í summar gjørd at leggja norðaru helvt av Suðuroynni saman, men eisini tað miseydnaðist.

Í verki hava vit í dag eitt samfelag, ið er trýbýtt millum heimastýri, økissamstørv og kommunur. Økissamstørvini eru ikki fólkavald og hava ikki rætt at skriva út skatt, men eru tvungin samstarvsøki - og harvið tvungin samstørv millum kommunur í sama øki.

Ein lutvíst tvungin samanlegging, kann man siga. Hendan skipan er tó ikki galdandi fyri Tórshavnar kommunu, ið er eitt øki í sær sjálvum. Tórshavnar kommuna er sostatt einasta kommuna, har eldraøkið verður stýrt beinleiðis av teimum fólkavaldu; í øllum hinum kommunum er eitt sokallað “demokratiskt undirskot”. VEKS roynir nú at bøta um støðuna við at velja eitt eldraráð, tó bert við ráðgevandi heimildum.

Fleiri - seinast Johan Dahl - síggja uttan iva Tórshavn sum modell fyri allar føroysku kommunur: landið eigur at skipast í 7 - ella kanska færri - kommunur, ið hava støddina at gerast fullfíggjaðar vælferðarkommunur - eins og Tórshavnar kommuna.

Kommunala klútateppið

Í dag hava vit eina kommunuskipan, ið er eitt satt klútateppi. Vit hava alt frá stórum “vælferðarkommunum”, ið kunnu loysa allar uppgávur innan egið mark, til smáar “basiskommunur”, ið mest sum fungera á sama hátt sum gomlu sóknakommunurnar og síðani loysa tyngri uppgávur í samstarvi við aðrar kommunur - lutvíst gjøgnum samstarvsøki, lutvíst gjøgnum onnur samstørv.

Bæði Tórshavnar kommuna og Fugloyar kommuna eru - í prinsippinum - partar av somu skipan. Einhvør kann tó lættliga staðfesta, at í verki er talan um sera ymiskar skipanir alt eftir kommunustødd.

Hetta leiðir yvir til, hví vit hava kommunur og hvat slag av kommunum, vit skulu hava. Upprunaliga fingu vit kommunur fyri at spjaða út modernitetin kring landið - upprunaliga svarandi til prestagjøldini.

Fyrsta kommuna var sum vera man Tórshavnar kommuna, og síðani fingu vit prestagjaldskommunur kring landið, ið seinni vórðu sundurbýttar í sóknarkommunur, ið hvør í sínum lagi kundu flyta siðbundnu bygdasamfeløgini yvir í modernað samfeløg við alskyns hentleikum - fyri tað mesta av tekniskum slagi, men seinni eisini av trivnaðarligum slagi. Síðani varð landið alsamt betri knýtt saman, og alsamt fleiri økissamstørv tóku seg upp. Hetta hevur síðani ført við sær kommunusamanleggingar, ið lutvíst hava skapt økiskommunur.

Sostatt hava vit í dag bæði økiskommunur og størri og smærri bygda(r)kommunur, og hesar hava als ikki somu fyritreytir hvørki fíggjarliga, fyrisitingarliga ella fólkatalsliga.

Hinvegin stendur ein spurningur eftir: Tá smáar, fjarskotnar bygdir leggja saman við eina økiskommunu, hvussu verður so við nærdemokratinum? Hesar fjarskotnu smábygdir hava sum oftast einki fólkavalt umboð - við einstøkum undantøkum.

Er tað í lagi? Vit tosa so nógv um kynsjavnstøðu í politikki, men kunnu vit liva við, at nógvar bygdir kring landið als ikki hava nakra fólkaræðisliga umboðan?

Hetta hevur jú ta avleiðing, at hesar bygdir nærum ikki verða hoyrdar í stóru økiskommununi. Tær eru sleptar upp á fjall og liva upp á náði frá økishøvuðsstaðnum. Hvat leggja sørvingar í, hvat hendir í Mykinesi? Hvat leggja klaksvíkingar í, hvat hendir í Svínoy?

Hvat leggja runavíkingar í, hvat hendir í Oyndarfirði? Hvat leggja sundafólk í, hvat hendir við Gjógv ella í Saksun? Hesi smáplássini verða illa hoyrd og eru fyri vanbýti, uttan so at onkur eldsál er, ið veruliga stríðist fyri sakini. Sama grundgeving hoyrdist frá fámjiningum, ið væntaðu at Fámjin fór at drukna í eini samanlegging við stórplássini Tvøroyri og Hvalba.

Hvat slag av kommunum skulu vit hava

Kjakið um kommunur eigur ikki so einsíðugt at snúgva seg um, hvussu vit kunnu sannføra ella tvinga smáar kommunur til at leggja saman. Tað er neyvan soleiðis, at “Tórshavnar kommuna” kann brúkast sum modell fyri kommunur kring alt landið, tí sum nógv størsta kommuna í landinum er Tórshavnar kommuna heilt greitt ein “extreme case” og als ikki umboðandi fyri føroyskar kommunur sum heild.

Eg vil enntá sáa iva, um tað er rætt at leggja tung vælferðarøki út til kommunurnar. Verulekin hjá føroyingum í dag er, at vit liva í einum stórum “netverksbýi”. Um man vil tað ella ei, eru bæði Norðstreymoy og Eysturoy forstaðir hjá Tórshavn, og nú er Sandoyggin eisini vorðin forstaður hjá Tórshavn. Eisini Vágar og Norðoyggjar verða funktionelt alsamt nærri knýtt at Tórshavn.

Kommunurnar mugu endurspegla tann geografiska veruleikan, vit hava í dag og fara at fáa framyvir. Vit kunnu ikki byggja okkara samfelagsfatan á “samfelagið áðrenn undirsjóvartunlarnar”. Tá “dogmið” um 7 økiskommunur varð orðað seinast í farnu øld (fyri meiri enn fjórðingsøld síðani), høvdu vit ongar undisjóvartunlar, og Vágar, Sandoy, Norðoyggjar - og lutvíst Eysturoy - vóru framvegis distinkt øki.

Sjálvt Norðstreymoy hevði bert nýliga fingið tunnilssamband við Suðurstreymoy. (Vit høvdu eisini framvegis gomlu valdømini at stýra okkara politiska mentaliteti, eins og gomlu sýslurnar framvegis vóru fungerandi - nú eru bara tríggjar sýslur í verki.)

Eisini má sigast, at eitthvørt neyðargument fyri eini “Sandoyar kommunu” er fullkomliga horvið. Sandoy varð longu í 1990’unum mett at vera ov lítil sum “vælferðarkommuna”, men nú hevur hon harumframt fast samband og er tí at meta sum uppland hjá Suðurstreymoy.

Undirsjóvartunlarnir hava verið ein “game changer”, tá tað kemur til innlendispolitikk, herundir kommunupolitikk.

Kommunur eru ójavnaskapandi

Tjúgunda øld er søga, og tankagongdin um 7-9 økiskommunur er vorðin ein anakronisma.

Hon anir framvegis við teimum sonevndu samstarvsøkjunum, men annars eru Streymoy, Vágar, Sandoy, Eysturoy og Norðoyggjar funktionelt samanknýttar í eitt felags øki, bæði hvat viðvíkur arbeiðsmarknaði, mentan, útbúgving, vælferð, heilsu o.s.fr.

Kommunumørkini eru í dag meiri eitt haft um beinini hjá íbúgvunum, ið liva sítt gerandislív í fleiri kommunum. Tí má spyrjast, hví vit yvirhøvur skulu hava vælferðarkommunur, tá nærum allar Føroyar - undantikið Suðuroy og útoyggjar - í verki eru eitt øki. 

Heldur eiga øll hesi økini at skipast sum eitt felags vælferðarøki, har íbúgvarnir hava møguleika fyri at samanseta sín gerandisdag eftir egnum tørvi - ikki sambært teimum tilvildarligu kommunalu mørkum, ið munnu finnast.

Við eini einfaldgerð av føroyska vælferðarstatinum, høvdu nógvir av sonevndu markamótstrupulleikunum, har íbúgvar við serligum tørvi detta millum tveir stólar, loyst seg sjálvar. Dømini um fólk, ið ikki hava fingið neyðuga hjálp, eru mong.

Umframt hetta hava ymisk øki í landinum sera ymiskar demografiskar og búskaparligar fortreytir. Hetta merkir, at fátækastu økini mugu áseta hægri skattatrýst, samstundis sum tey mugu bjóða verri tænastustøði.

Verandi kommunubygnaður er sostatt við til at minka um bæði privatu og kommunalu vælferðina hjá íbúgvunum í fátækastu økjunum í landinum, ið samstundis hava størstan tørv á kommmunalari vælferð - vegna demografisku skeiklingina. Støðan við verandi undirfíggjaðu útlegging av tungum vælferðarøkjum er so himmalrópandi órættvís og elvir til A-, B- og C-kommunur - og harvið A-, B- og C-borgarar.

Sum minsta mát áttu kommunurnar at verið fíggjaðar úr sama kassa. Íbúgvar kring alt landið áttu at verið skattaðir við saman prosenti kring alt landið, eins og kommunalu inntøkurnar áttu at verið býttar út eftir tørvi, t.d. sambært einum demografiskum býtislykli. At fátækar kommunur noyðast at ganga og bidda frá landinum, er óhóskandi.

Um vit ynskja at leggja kommunurnar saman í stórar økiskommunur - og harvið avmontera nærdemokratiið - so trokar spurningurin seg á: hví skal vælferð yvirhøvur vera ein kommunal uppgáva? Um kommunurnar skulu vera so stórar, at nærdemokratiið er vorðið eitt eiti, hví so ikki heldur leggja vælferðarøkini beinleiðis undir landið og harvið geva øllum føroyingum somu treytir og kor? Føroyar eru jú so smáar, og meginparturin av landinum er í dag einans 20-40 minuttir frá Tórshavn.

Um vælferðarøkini vórðu tikin frá kommununum, kundu vit í staðin skipað smáar basiskommunur, ið kundu lyft tey veruliga staðbundnu málini, ið framvegis hava týdning úti kring landið.         

Útoyggjar hoyra ikki heima í kommunubygnaðinum

Spurningurin er, hví “tvangstankin” um 7 kommunur framvegis skal hava týdning. Hví skulu vit hava ein “One-Size-Fits-All”-bygnað fyri allar oyggjar í landinum? Tað er heilt greitt, at sami bygnaður ikki kann brúkast í Tórshavn og í Fugloy.

Útoyggjar eru í einari serstøðu, tí tær eru ikki partur av tí “vanliga vælferðarsamfelagnum”, vit kenna frá føroyska meginlandunum. Hesar oyggjar hava nakrar heilt aðrar tilveru- og lívstreytir (tær hava enntá heilt øðrvísi “lívsformar”), og eiga ikki at stýrast úr økismiðstøðum. Heldur átti at verið umhugsað at lagt allar útoyggjar í eina felags útoyggjakommunu við felags professionellari fyrisiting, men við hvør síni politisku umboðan og hvør sínum kommunukassa.

At útoyggjar ikki hvør sær megna at hava ein professionella fyrisiting, kann ikki vera eitt argument fyri at avtvaka fólkaræðið á útoyggj. Ein pragmatisk loysn má finnast, ið varðveitir sjálvræðið hjá útoyggjum, samstundis sum fyrisitingin verður professionaliserað. Tað er ein avbjóðing, at grundleggjandi fyrisitingarligir førleikar ikki eru til staðar, men fyri tað hava útoyggjar tørv á sjálvræði!

Viðvíkjandi Suðuroynni er aftur ein serstøða. Suðuroyggin er ikki partur av føroyska meginlandinum og sostatt heldur ikki partur av hesum felags vælferðarøki. Suðuroyggin má í fyrstu syftu hava eina skipan fyri seg sjálva, men kann vónandi við tíðini gerast partur av føroyska meginlandinum. Til ta tíð má finnast ein fyribils loysn, ið skipar Suðuroynna sum egið vælferðarøki.

Áðrenn vit spyrja, hvussu nógvar kommunur vit skulu hava í Føroyum, eiga vit at gera okkum greitt: hví skulu vit hava kommunur? Hvørjar uppgávur skulu tær loysa? Herrópini um “kommunusamanlegging” eru nærum líka grovmeskað sum herrópini um “loysing” - sum um ein “endaloysn” loysir allar trupulleikar við einum gandaslagi.

Sámal Matras Kristiansen,


samfelagsfrøðingur