Ofta kunnu vit enda í heitum kjaki við familjulimir og vinfólk, tá tað kemur til mat. Okkum dámar onkran mat, ið onnur slett ikki klára luktin av, og so undrar tað okkum, hví hini ikki dáma sama mat, ið ein sjálvur ger. Svarið, hví so er, er ikki so lætt, men tað hava granskarar roynt at funnið útav.
Tú knýtir bond til tín mat
Tað er ikki líkamikið, hvar, hvussu ella nær ein hevur eitt smakkupplivilsi ella hvørjum ein etur saman við. Sambandið til tín yndisrætt er næstan eins og sambandið við onnur fólk. Tað eru nógv ymisk, ið ávirkar okkara hugburð til onnur fólk – eins og við mati. Og hetta broytist við tíðini.
Sum børn níða vit niður til sukursins altar, meðan vit sum vaksin fara at tilbiðja ein og hvønn ost, eins og sæst í hesari sketsj frá Monty Python.
- Smakkur er nógv meira enn hvussu vit sansa mat, sigur Karen Wistoft, ið er professari í heilsusemi- og smakkifrálærufrøði við lærda háskúlan í Aarhus, DPU.
Í einari grein í “Ugeskrift for Læger” (vikuritið fyri læknar) greiðir hon frá, hvussu smakksansurin ikki einans er ein lívfrøðilig funktión, ið millum annað hevur vart okkum móti at eta okkurt eitrað. Smakksansur er eisini ein kelda til gleði og vælveru.
Sjey dimensjónir ávirka okkara smakksans
Sambært Karen Wistoft eru tað sjey smakksansir, ið knýta okkum til tann mat, ið vit eta, og ávirkar okkara samband til okkara máltíðir:
-Tann sansandi smakkurin: Tað, vit smakka, tá vit koyra matin í munnin. Smakkar eplamorli súrt, salt, beiskt, søtt ella umami?
- Tann sunni smakkurin handlar um føðigóðsku og trivna. Okkum dámar mat, ið er føðslugóður og er góður fyri okkum og okkara heilsu.
-Tann siðiligi smakkurin: Siðalæran um matin. Okkum dámar væl at eta mat, ið ikki elvir til líðing, tí lata summi vera við at eta kjøt vegna djóravælferð ella sjokulátu, sum verður virkaður av børnum.
- Tann ásíggiligi smakkurin: Tá aðrir sansir uppliva matin. Vit elska at hoyra knasandi ljóði av kips, ein litmikil salat, og eitt kertiljós og eitt sindur av fióltónleiki kann gera ein og hvønn romantiskan døgurða meira áhugaverdan.
- Tann eymligi smakkurin: Sambond við onnur fólk ávirka okkara tokka til mat: Vit kunnu smakka, tá ein døgurði er gjørdur við eymleika.
- Tann átrúnaðarligi smakkurin: Smakkir, ið eru knýttir saman við átrúnaðarligar siðir.
- Tann smarti smakkurin: Okkara tokki fyri mati ávirkast av hugrákinum, sum til dømis New Nordic, veganisma, steinaldarføði og so framvegis.
Smakkur er meira enn lívfrøði
Sum tað sæst á smakkdimensjónunum, er tann fyrsti (tann sansandi), ið hevur beinleiðis við okkara smakksans at gera.
Hetta merkir ikki, at tann sansurin ikki hevur stóra ávirkan á okkara uppliving av mati. Wender Bredie, ið er professari í kenslunervum, greiðir frá, hvussu arvaeind er við til at skapa okkara smakksans. Til dømis vísir gransking, at ein serlig arvaeind, eftir øllum at døma, økir okkara lyndi til ikki at dáma beiskan mat.
Mentan spælir eisini inn
Arvaeind er ikki avgerandi fyri, hvat okkum dámar, heldur professarin.
- Bara tí, at ein hevur eina arvaeind, ið kann vera avgerðandi fyri, hvønn mat okkum dámar, so er tað ikki so svart og hvítt, sigur hann.
- Tað eru nógv, ið spælir inn í okkara uppfatan av máltíðum. Eitt er sjálvandi arvaeind, ið gongur í arv. Tað er tann lívfrøðin, sum spælir inn. Men har er eisini ein mentanarligur faktorur, ið ávirkar okkara matvanar.
Teir mentanarligu faktorarnir breiða yvir, hvat fyri matmentan, ein er føddur í.
- Vit hava sjálvandi lættari við at eta mat, ið vit eru von við í okkara mentan. Eitt gott dømi er rugbreyðið, ið nógv uttanfyri Norðurevropa ikki eru von við, greiðir Bredie frá.
Í Norðurlondum hava vit ein serligan tokka til eitt nú saltlakress, men tað er langt frá øll uttanfyri Norðurlond, ið dáma hetta svarta góðgæti.
Tínir matvanar verða eisini skaptir av sosialum faktorum
Ein triði faktorur, ið hevur ávirkan á okkara tokka fyri mati, eru tær sosialu.
- Útyvir vanliga matmentan, so eru vit eisini von við at eta ávísar rættir heima og saman við vinfólki, sigur Wender Bredie.
- Teir rættir, sum foreldur gera til síni børn, eru við til at skapa okkara grundleggjandi tokka fyri ávísum mati.
So um ein er vaksin upp við at tað er vanligt at eta frystipitsa og grillaðan mat, so eru stór sannlíkindi fyri, at vit taka tað víðari við okkum í lívinum.
Rættir, ið vit eru von við frá familjuni, hava vit lættari við at eta. Og tað sama er galdandi, tá etið verður saman við vinfólki.
- Virðini, ið vit leggja í felagsskapin, hevur eisini ávirkan á okkara tokka til okkara mat, sigur hon.
- So hava vit eisini neofobi, ið er óttin fyri at royna okkurt nýtt. Tað finst í okkum øllum, greiðis Bredie frá.
- Serliga børn kunnu hava tað trupult við at royna nakað nýtt, men neofobi kemur eisini við árunum, tá vit eru von við at eta tað, vit eta.
Børn kunnu longu uppliva smakk í fosturlívinum
At vera kræsin og hava ymiskan tokka til mat hevur nógv at gera við okkara uppvøkstur og felagsskapir at gera.
Børn kunnu longu uppliva og læra ymiskar smakksansir at kenna í fosturlívinum, sigur Annemarie Olsen, ið er lektari á Institut for Fødevarevidenskab á Københavns Universitet.
Hon hevur granskað, hvussu børn uppliva smakk, neofobi og hvussu børn læra at taka nýggjar smakkir til sín. Børn kunnu longu uppliva smakk í síðsta triðinginum. Her byrjar fostrið at fata luktin av máltíðum, ið mamman etur.
Ein gransking hevur víst á, at fosturvatn kann lukta av hvítleyki, um mamman hevur etið hvítleyk.
Børn, ið fáa bróst, læra ymiskar smakkir at kenna
Eftir at eitt barn er føtt, so er hvør máltíð ein møguleiki at læra nýggjan smakk at kenna. Sjálvt móðurmjólkin hevur ávirkan á, hvat barnið fer at dáma seinni í lívinum.
- Eitt, ið er áhugavert við tíðini, tá børn fáa bróst, er, at tað er betur fyri læringina at smakka, at barnið fær bróst, heldur enn at tað fær við fløsku, heldur lektarin.
- Tá kvinnur ikki geva bróst, so finna tær okkurt ávíst slag av eftirgjørdari móðurmjólk, ið smakkar líka hvørja ferð.
Hinvegin kann móðurmjólkin smakka ymiskt fyri hvørja ferð, ið er við til at geva barninum størri fjølbroytni, greiðir granskarin frá.
Kelda: Videnskab.dk