Er tað nakar, sum hevur merkiligar vanar, so er tað fótbóltsleikarar. Tað kann síggja út, sum ein spælari er blivin skotin við einari bazooka. Leikarin skrálar av pínu, rullar runt á vøllinum og hevur ófatiliga ilt í skinnabeininum. So spolar sjónvarpsrásin líka aftur, so mann kann síggja hendingina umaftur. Onki. Har hendi onki! Og fimm sekund seinni er leikarin sprell livandi og rennur skjótari enn nakrantíð fyrr.
At fótbóltur kann minna meir um upptøkuroyndina til ein stuntskúla enn fótbólt, er meir kanska meir ein óvani enn ein vani. Men seinastu tíðina hevur ein nýggjur vani snýkt seg inn í fótbóltsheimin, sum er nakað meir mystiskur enn stuntvanin. Hesin vanin minnir eitt sindur um undercover agentar, sum leggja eina plan saman, sum ongin annar má síggja ella hoyra. Her hugsa vit um spælarar og venjarar, sum halda fyri munnin, meðan teir tosa.
(Fótbóltsspælari, fótbóltsdómari ella undercover agentur? Mynd: Shutterstock)
Hóast leikarir ikki fáa teirra løn fyri at tosa, so tosa teir rættiliga nógv á vøllinum. Tað er freistandi at hugsa, at spælararnir fortelja vittigheitir fyri hvørjum øðrum, ella kanska tosa um seinasta partin um Game of Thrones ella Paradise Hotel. Men eitt meir realistiskt boð er, at leikararnir tosa um taktik á vøllinum og vilja tryggja at mótstøðuliðið, eitt kamera ella venjarir ikki síggja, hvat verður sagt.
(Messi er ikki ordiliga við upp á Atletico spælarin, sum heldur fyri munnin, meðan hann fortelir Messi eitt ella annað, sum vit onnur ongantíð fáa at vita. Mynd: EPA)
Tað ber nemliga ikki til at munnavlesa, hvat verður sagt, tá mann heldur fyri munnin. Ja, hatta forklárar seg sjálvt, men tað er snilt hjá heimsstjørnum sum Messi og Suarez at halda fyri munnin, tá teir tosa um, hvussu teir ætla at taka eitt fríspark. Í slíkum støðum er gott at halda kortini tætt inn at kroppinum.
Um ein heimsstjørna tosar um, hvussu kiksaður Ronaldo er, so kann tað skjótt enda á onkrari forsíðu. Nakað sum mann helst sleppa undan. Ella mann er ónøgdur við dómarin, og er í so litríkur í orðavalinum, so er eisini snilt at goyma orðini, sum annars kunnu kosta eitt gult ella reytt kort.