Umframt Jørðina, er Mars tann gongustjørnan í okkara sólkervið, ið er mest granskað. Men hvat vita vit í roynd og veru um Mars?
Hóast Mars, gongustjørnan næst jørðini, eisini nevnd Tann Reyða Gongustjørnan, upprunaliga er úr sama tilfari sum Jørðin, er hon ikki lík Jørðini í dag. Stjørnufrøðingar hava tó altíð hugsað um, um Mars kann húsa lív. Í 2015 funnu stjørnufrøðingar leivdir eftir flótandi vatni á flatuni á Mars, og fyrr í ár funnu granskarir lívrunnin mýl, ið kunnu vera leivdir eftir útdeyðum lívi. Umframt hetta, avdúkaðu radaramátingar á einum rúmdarkanningartóli herfyri eina tjúgu kilometra langa undirjørðiska á, 1,5 kilometrar undir syðru ískápuni á Mars.
Lívskorini eru ikki góð á Mars. Vatnið í undirjørðisku ánnið er ivaleyst sera salt og flatan á Mars er fyri vandamiklari stráling. Stjrønufrøðingar trúgva tó, at smáverulívfrøðiligt lív møguliga kann finnast her, og fara tí undir at kanna ánnað nærri.
Tann Reyða Gongustjørnan
Eins og Jørðin er Mars eyðkend av fjallalendi. Flatan á Mars er turr og klødd við rustreyðum støvi, sum kallast jernoxid. Harav navnið, Tann Reyða Gongustjørnan. Tyngdarkraftin á Mars er 38 prosent av henni á Jørðini. Lofthavið á Mars er í høvuðsheitum úr kuldioxid. Tað er tunt og verjir ikki gongustjørnina móti ultraviolettum ljósi frá Sólini, eins og Jørðin ger.
Fakta um Mars
Mars hevur tveir mánaðar, Phobos og Deimos.Hitastigini á Mars eru -63 °C (gns.)Fjarstøðan hjá Mars frá sólini er 228 milliónir kilometrar.Tvørmátið á Mars er 6779 kilometrar.Fjarstøðan frá Jørðini
At ferðast til Mars tekur í minsta lagi seks mánaðar. Ferðatíðspunktið hjá einum rúmdarfari, má leggjast soleiðis til rættis, at rásirnar millum Mars og Jørðina umskarast. Fjarstøðan frá Jørðini kann skifta frá 399 milliónum kilometrum niður í 55,7 kilometrar, tí gongustjørnurnar flyta seg í hvør síni rás.
Myndir av Mars
Í tíggju ár, hevur ómannaða kanningarfarið Mars Reconnaissance Orbiter malið rundan um okkara reyða nábúgva. Kanningarfarið varð sent upp í 2005, og hevur við sínum HiRISE myndatóli gjøgnum árini, tikið alskyns myndir. Her síggjast nakrar:
Tað er ein serlig sjón, tá ísurin á Mars bráðnar.
Mest sannlíkt er, at strípurnar, ið síggjast á myndini, eru foyrur eftir steinum, sum eru grýttir burtur eftir eitt loftsteinsniðurslag.
Á syðru hálvkúluni á Mars finst ein oyðimørk úr grótbræðing, sum eitur Heperia Planumn. Myndin vísir eitt gosop í storknaðu grótbræðingini.
Skrið-gosopið, sum her er avmyndað, liggur í tí økinum, Curiosity-rovarin koyrir runt í. Curiosity-rovarin er eitt akfar við antennum og tólum, sum NASA 26. novembur í 2011 sendi upp at kanna ókendu klótuna, Mars. Hann lendi 6. august 2012.
Lendið tætt við ekvator á Mars.
Myndin er frá Tharsis-økinum, sum er tann parturin av Mars, har flest gosfjøll eru.Ein møguligur lendingarstaður hjá komandi rover-sendiferðini hjá NASA til Mars, sum væntandi byrjar í 2020.
Brattir skráar eystantil á økinum Noctis Labyrinthus.
Ceberus Palus-gosopið vísir legugrýti í ymiskum løgum.
Sandryggir á norðpólinum á Mars. Hesin hevur fingið navnið Kolhar.
Sandryggir í Arkhangelsky-gosopinum.
Ein loftsteinsniðursláttur fyri stuttum hevur lagt hetta gosopið og sporini í flatuni eftir sær.
Myndatólið á MRO, HiRISE, er tað besta myndatólið, vit hava sent til eina aðra gongustjørnu. Av og á vendir tað eygnabráið heim móti Jørðini og Mánanum.
Fleiri upplýsingar um gongustjørnina, Mars, kunnu finnast á heimasíðuni hjá Illustreret Videnskab.
Les her um føroyska David Pedersen, sum í løtuni mennir eitt myndatól til kanningarferðina, Mars2020 hjá NASA.