Hvat var Havnin uttan matstovurnar og dugnaligu starvsfólkini?

Frá gamlari tíð var Havnin okkara keypsstaður. Tað er hon enn. Men í dag er býurin nógv meira fjølbroyttur og spennandi hjá ferðafólkum, og ikki minst hjá okkum borgarum í kommununi.

Birgir Nielsen
22. oktober 2024 kl. 19:49

Tað er at gleðast um, at tað grør um gangandi fót í Havnini, og at stórur partur av arbeiðsplássunum í dag stava frá eini fjølbroyttari privatari vinnu.

Eitt nú stóru menningina á gistingarøkinum við tveimum stórum nýggjum hotellum. Ella mongu frálíku matstovurnar, sum eisini hava sæð dagsins ljós. Her kanst tú í miðbýnum í Havn, eins og á teimum frálíku hotellunum, fáa tær ein betri bita í heimsfloki. Harafturat fáa eina framúr góða tænastu frá kokkum og tænarum.

 

Vit í Tórshavnar Kommunu hava verið sera heppin, at Havnin hevur kunnað verið karmur um fleiri viðurkenningar hjá hesum matstovum og kokkum síðstu árini. Nevnast kunnu matstovurnar á hotellunum, umframt matstovurnar Áarstova, Barbara, Tarv, Katrina Christiansen og ikki minst Koks, sum hevði heilar tvær Michelin-stjørnur, tá matstovan varð staðsett í Føroyum.

 

Tað var eitt ófatiliga stórt bakkast at missa eina Michelin matstovu sum Koks úr Havnini og Føroyum.

 

Vit kunnu heilt einfalt ikki verða tað bekent, at treytirnar frá friðingarmynduleikum gjørdu, at vit mistu eina slíka stjørnu av landinum. Hetta mugu vit læra av og gera alt fyri, at hetta ikki endurtekur seg.

(mynd: lánt frá Áarstovu)

 

Hvat kunnu vit so gera fyri at betra enn meira um okkara hotel- og matstovuvinnu frá Tórshavnar kommunu, kanst tú spyrja.

Jú, vit eiga sum kommuna allatíðina at betra um karmarnar, soleiðis at teir altíð eru nøktandi hjá hotel- og matstovuvinnuni. Harnæst eiga vit sum kommuna at gera enn meira fyri at økja um ferðafólkatalið, eitt nú frá vinnuferðavinnuni.

 

Kanningar vísa, at hesir gestir leggja nógv mest eftir seg í kommununi og hjá hotellunum og matstovunum. Hesum arbeiðir Visit Tórshavn við hvønn dag.

Takk til tykkum øll, sum varða av ferðavinnuni í Havnini - og øll tey starvsfólkini, sum hvønn dag veita eina framúr góða tænastu til allar gestirnar á hotellunum og matstovunum í Havnini. Uttan tykkum øll, var Havnin og Tórshavnar kommuna fátækari.

 

Eg vil fegin tryggja at karmarnir og korini hjá hotel- og matstovuvinnuni koma at betrast enn meira í Tórshavnar kommunu næstu fýra árini. 

 

Birgir Nielsen,

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið