Harkaliðið helt fyri árum síðani, at Skúmbananir var eitt gott boð. Og kanska er tað ikki tað býttasta, ella í hvussu er eitt sum man kann halda.
Eg havi í hvussu er nøkur betri boð, sum eg kann lova at arbeiða hart fyri, um eg sleppi inn í hitan, á Vaglinum.
Eg hevði eina mammu sum arbeiddi í nógv ár, á ellisheiminum. Hon var kokkur har, til stutt áðrenn hon í 2004 fór heim til Harran, hvar Krabbamein ikki finst, bert 56 ára gomul.
Hon var altíð um tey gomlu og serliga var tað undirhalda og syngja fyri teimum, tá hon ikki kokkaðist. Tað var pláss fyri tí og ikki minst so gav tað teimum eitt heimligt umhvørvi.
Babba koyrdi tey gomlu, sum skuldu til umlætting og onnur tiltøk, á Mørkini, í nøkur ár og plagdi hann at fortelja gamlar røvarasøgur úr Tjørnuvík, fyri teimum. Hann bæði læs og sang fyri teimum og var tað eisini við til at gera dagin meira innihalds ríkan.
Vit í Fólkaflokkinum, vóru til kunning, hjá Heilsuhjálparafelagnum, hvar Mary Antonsdóttir greiddi okkum frá hvat felagði tókst við og ikki minst hvørjar avbjóðingar vóru á økinum. Tað botnaði alt í at tørvur var á fleiri heitum hondum, við fakligum kunnleika og meira tíð til tann einstaka.
Hon ynskti eina einfaldari skipan, hvar man tók størri atlit til Borgaran, ístaðin fyri øll leiðsluliðini.
Síðst men ikki minst ynskti hon at Heilsuhjálparar høvdu møguleika, sum vit øll onnur, at arbeiða fulla tíð og ikki 0,7 og 0,8 av fullari tíð. Stóri parturin av teim sum arbeiða í eldrarøktini eru 50+ .. allarhelst tíð at tey yngru ikki kunnu svara sínar skyldir, við niðursettari tíð.
Sjálvsagt var eisini ynskiligt, at kunna útbúgva Heilsuhjálparar, við løn undir útbúgvingini og helst í Havn.
Tað merkir ikki at Heilsuskúlin skal flytast til Havnar, tí tann kampin hevur man tapt uppá forhond. Man kundi sum onki havt undirvísingina yvir netið, tað eru tey jú noydd til aðruhvørja viku óansæð.
Katrin Holm kærdi sína neyð, herfyri í KVF, um at tað gav ikki meining at hava eitt eldraráð, tá tað hvørki bleiv lurtað ella spurt eftir, hvat tey hildu og ynsktu. Av somu grund valdi hon at takka fyri seg, sum forkvinna. Skilji ikki at man sum kommuna kann vísa slíka líkasælu, fyri okkara eldru borgarum.
TRIVNAÐUR hjá teimum sum arbeiða í heimatænastuni skal hava hægsta prioritet, tí tað eru tey sum eru tættast at okkara gomlu, sum í nógvum førum bara hava tað gleða seg til.
Eg fari at gera mít ýtasta, so okkara í Heimatænastuni og á Ellis/ Røktarheimum, hava bestu umstøður at verða um okkara eldru.
X Heinesen á Fólkaflokkslistanum - ger munin