Allir partar av økinum innanfyri Geysir-økið í Íslandi, skal nú undir landsins ogn. Tað skrivar íslenska tíðindastovan, Vísir.
1. oktober í fjør skrivaði íslenska stjórnin og Felagið Íslenskir Landaeigarar undir sáttmála, at stjórnin skuldi keypa allan privatan eigaraskap innanfyri økið, har tað stóra ferðamálið, goskeldan Geysir, liggur.
Tað hevur leingi verið ósemja um hvussu økið rundanum Geysir skal umsitast. Økið er eitt sera væl vitjað ferðamál, og ósemjan byrjaði tá teir bóndirnir, ið áttu jørð á økinum, vildu byrja at taka pengar fyri at vitja goskelduna.
Økið, ið umfatar goskeldurnar Geysir, Strokk, Blesa og Ótherrisholu, er 20 hektarar stórt, og stjórnin átti tveir hektarar, áðrenn sáttmálin var undirskrivaður.
Í næstum fer eitt arbeiði undir at áseta ein keypsprís, og miðað verður eftir at hetta verður liðugt útroknað og avgjørt í oktober - also eitt ár eftir at sáttmálin fyrst var undirskrivaður.
Ein nevnd er sett at avgerða prísin av økinum. Eitt umboð fyri íslensku stjórnina og eitt fyri íslensku landaeigararnar.