Á Tonik fer Ajit Jaokar at greiða frá, hvussu lond byggja sær eina vitlíkisframtíð.
Ajit Jaokar verður ein av røðarunum á Tonik 2026. Hann er óheftur vitlíkisserfrøðingur og ráðgevi, sum eisini granskar á verkfrøðideildini á Universitetinum í Oxford og er skeiðsleiðari á fleiri ymiskum vitlíkisskeiðum.
Hann hevur drúgvar royndir við at hjálpa tjóðum og felagsskapum at skilja, brúka og stýra vitlíki á ein hátt, sum bæði gagnar samfelagnum og heldur seg innan greiðar karmar. Hann hevur ráðgivið bæði Hvíta Húsinum, World Economic Forum og Evropaparlamentinum, umframt nógvum ymiskum tjóðum um allan heim.
Ajit Jaokar kemur til Føroya í sambandi við, at landsstýrið formliga skjýtur nýggju Vitlíkisheildarætlanina í gongd fyrst í mai, har hann er høvuðsrøðari. Á Tonik fáa luttakarar eitt serstakt høvi at hoyra hansara óheftu sjónarmið, tá hann heldur fyrilesturin: “Architecting an AI Nation”.
Nú vitlíki er í ferð við at kollvelta heimsbúskapin, fer hann at seta sjóneykuna á, hvussu vit sum tjóð á bestan hátt kunnu gagnnýta nýggja rákið. Ikki bara standa ímóti, men veruliga fáa gagn av tí.
Í høvuðsheitum fer hann at koma inn á:
hvussu lond finna javnvág millum nýskapan og stýring/ábyrgd
hvussu almennar skipanir kunnu umskúla og førleikamenna í skjótari ferð, og
hvussu ein mennir eitt sterkt, menniskjavinaligt vitlíkisumhvørvi, har tøkni verður brúkt við skynsemi og samfelagsligari ábyrgd
Framløgan er serliga viðkomandi fyri leiðarar, vinnulív, íverksetarar og almenna geiran – øll, sum vilja skilja, hvussu vitlíki verður eitt strategiskt amboð, og ikki bara ein tøknilig nýggjheit.
Tonik 2026 verður í Havn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri Tonik, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.