TONIK ráðstevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur og orðaskifti á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan, íverksetan og leiðslu.
Eitt av hesum orðaskiftunum fer at snúgva seg um íløgur og hvat íleggjarar hyggja eftir, tá ið teir gera íløgur í fyritøkur. Vertur fyri orðaskiftið verður Emil Brydensholt frá fyritøkuni Canute, hvørs endamál er at hjálpa norðurlendskum startups ella byrjanarfyritøkur at vaksa frá heimamarknað til altjóða marknaðin.
Luttakarar í pallborðorðaskiftinum vera:
Ben Arabo, stjóri í Framtak, sum ger íløgur í føroyskt vinnulív við at seta partapening í og við at veita ábyrgdarlán til nýggjar og eldri føroyskar fyritøkur.
Ragnheiður Magnúsdóttir, ein av stovnarunum av íløgufelagnum Nordic Ignite, sum ger íløgur í byrjunarfyritøkur í Norðanlondum og Baltisku londunum.
Peter Sandberg, ein av stovnarunum í Nordic Secondary Fund, sum ger íløgur í búnar fyritøkur í Norðanlondum og Baltisku londunum.
Ben, Ragnheiður og Peter fara við ítøkiligum dømum og egnum søgum at greiða frá og skifta orð um, hvat íleggjarar hyggja eftir tá ið teir gera íløgur í fyritøkur.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni. Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo