Aftaná tað var avdúkað, at felagið Cambridge Analytics hevði misnýtt Facebook dátur hjá fleiri enn 50 milliónum brúkarum, er eitt nýtt hashtag farið at gera um seg á sosiala miðlinum Twitter. Fleiri enn 50,000 tweets hava longu nýtt hashtaggið #DeleteFacebook.
Millum tey, ið hava valt at strika sína Facebook vangamynd eru Brian Acton, ein av skaparunum av WhatsApp. Acton seldi Facebook sína app fyri 11 milliardir pund í 2014.
Týsdagin skrivaði hann soleiðis á Twitter:Tíðin er komin. #DeleteFacebook.
Mark Zuckerberg, eigarin av facebook, segði mikudagin við New York Times, at tað ikki er eitt stórt tal av brúkarum, ið hava strikað sína Facebook vangamynd, men hann vildi ikki siga akkurát, hvussu nógv talan var um.
Ætlar man at strika sína Facebook vangamynd kann tað vera trupult.
Facebook er altíð til staðar: á arbeiðsplássinum, í bussinum, í barrini og í songini, tí kann tað gerast torført at venja seg av við tað.
BBC hevur gjørt ein ikki sørt speiskan lista yvir ting, tey halda, fólk fara at sakna, velja tey at gevast við at brúka Facebook.Ein twitter brúkari sigur, at tá hann hevur strikað Facebook, má hann ganga frá hurð til hurð og banka uppá fyri at vísa fólki myndir av kettunum hjá sær.
Hvussu skal man tá finna útav, nær ein gomul vinkona, man ikki hevur sæð síðan barnaskúlan, verður forlovað? spyr ein annar. Skal man skriva "OMG tillukku" á ein pappírslepa og senda hann avstað við brævdúgvu?
Og hvussu skal tú klára teg uttan vinfólk, ið viðmerkja navnið hjá tær hvørja ferð tey síggja eina mynd, sum tey halda er akkurát tú?
BBC vísti eisini á, at har eru eisini fyrimunir við at gevast við Facebook, m.a. tær mongu lýsingarnar, ið eru tillagaðar júst til tín. Tosar man við onkran um eina vaskimaskinu, druknar man brádliga í lýsingum fyri vaskimaskinur.
Kanska tað er tíð at siga farvæl við Facebook og leita sær aftur til MySpace?