Enn ganga føroyingar ikki eins høgt uppí Halloween sum nógv onnur lond. Vit gera meira burturúr føstulávint, og kanska eru fleiri sum halda at tað er ov óhugnaligt. Hettar er tó ein orsøk til.
Halloween stavar nevniliga upprunaligt frá keltisku hátíðini Samhain, sum keltar í Írlandi og Bretlandi hildu fyri meira enn 2.000 árum síðani.
Samhain merkti endan á sumrinum og byrjanuni á vetrinum, sum keltar settu í samband við deyða og myrkur.
Teir hildu at 31. oktober var dagurin, tá slørið millum tey livandi og tey deyðu var tynnst, og andar tí kundu finna uppá at vitja tey livandi.
Fyri at verja seg fyri óndum andum, klæddu keltar seg í ræðandi búnar og tendraðu bál, fyri at halda myrkursins verur burtur.
Tá kristindómurin kom til Bretlands og Írlands, royndi kirkjan at kristna Samhain við at skapa Allahalgannadag dag 1. november og Allasálardag 2. november.
Dagurin kallaðist All Hallows’ Eve. Hann menntist og navnið broyttist við tíðini til Halloween.