Ongi úrslit

Hvat ætlar landstýrismaðurin at gera við týskt í fólkaskúlanum?

Astrið Breckmann
14 tímar síðan

Hvat ætlar landstýrismaðurin og Námsvísindadeildin (Læraraskúlin) at gera við týskt?

Støðan er henda:

9. apríl svaraði landstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, at MØGULIGA verður eitt hold stovnað í týskum í 2026/2027. Hetta endurtók hann undir aðru viðgerð 30. apríl (viðgerðin av fólkaskúlalógini).

Til spurningin, um mann so ikki missir summi, sum hetta er seinasti møguleiki hjá, svaraði hann, at tað hevði hann ikki fatan av.

- Hvussu kann hann ikki hava fatan av tí? Meginparturin av teimum, sum hava valt fakið og stríðst fyri at fáa fakið í 3 ár, verða liðug á Læraraskúlanum, áðrenn skúlaárið 2026/2027 byrjar!

Hann legði afturat, at í ár ber ikki til, tí játtan vantar, og tað tekur tíð at fyrireika starvið o.a.

- Játtanin vantar ikki. Tað eru raðfestingarnar, sum eru skeivar. Sum sagt, føroyskt og danskt verða linjufak næsta ár. Okkum tørvar ikki lærarar í teimum fakunum júst nú, og um teir vanta, so eru hesi fakini linjufak nærum annaðhvørt ár kortini. Men fólkaskúlanum tørvar týsktlærarar nú, tí einki linjuhold hevur verið í týskum í 16 ár.

- Tað tekur ikki tíð at fyrireika starvið. Týsktlærarafelagið hevur fleiri fólk, ið hava lisið týskt á fróðskaparsetri, og sum nú undirvísa á miðnámi í týskum, ið meir enn fegin vilja undirvísa linjuhold í týskum á Læraraskúlanum.

Niðurstøðan eftir hesa viðgerðina í tinginum má tí vera:

- Hetta er ikki annað, enn væntað varð: tóm orð og drál fyri at fáa tíðina at renna undan! Eingin er maður at siga, sum er, at týskt skal út úr fólkaskúlanum og út sum framhaldsmál á miðnámi!

- Politiski mynduleikin sær út til at vilja hava týskt út, og saman við tí øll onnur fremmandamál, ið nú eisini í nýggjari tíð er farið at umfata danskt. Mann vil kunna siga “Ádú... fremmandamálini doyðu bara ein náttúrligan deyða. Hetta var ikki okkara skyld... Lívsins gongd...” Meðan teir tilvitað hava gjørt alt, teir kundu, fyri at forkoma fremmandamálunum. Teir gjørdu so einki til at bjarga teimum.

- Einastu málini, ið síggja út til at hava nakran týdning, eru føroyskt og enskt. Men av tí at undirritaða hevur undirvíst í báðum teimum málunum í hádeild í nógv ár, kann eg við vissu siga, at vit duga bæði málini verri og ikki betur. Vit duga ikki eitt mál betur við at sleppa onkrum øðrum málum.

- Apropos, í heili 3 ár á rað hevur enskt verið “drigið” (álvara?...) sum próvtøkufak til munnligu próvtøkuna í 9. flokki. Danskt og enskt plagdu annars at verða drigin nøkulunda annaðhvørt ár. Roynir myndugleikin eisini at niðurlaga danskt, ið nú nærum verður roknað sum fremmandamál? Á miðnámi er tað sanniliga niðurlagað... Verður enskt aftur “drigið” í ár – 4. árið á rað? Um tað verður, so kunnu vit staðfesta, at enskt verður tikið fram um øll onnur mál. Hesum finna vit útav týsdagin 20. mai kl. 12.00, tá ið munnligu próvtøkurnar verða kunngjørdar. Livst so spyrst...

Til síðst vil eg enda við einum sitati frá einum av teimum lesandi, ið vit í týsktlærarafelagnum hava roynt at stríðst fyri:

 “Ja, kanska verður eitt linjuhold í týskum upprættað í 2026/2027, og kanska fari eg at vinna í Gekkinum, sjálvt um eg ikki spæli Gekk".

Sum nú er, og sum eg síggi tað, so er týskt liðugt sum fak á Læraraskúlanum í Føroyum. Eg havi ringt við at síggja, hvør tykkara tímir at standa í Læraraskúlanum næsta ár og tosa fyri, hví ein skal velja týskt sum eitt fak eftir hesa upplivingina.

Tað førir so til tann næsta trupulleikan. Hann er spurningurin, um týskt skal verða eitt krav til víðari lesnað, ella um tað so frægt sum verður eitt fak í fólkaskúlanum? Sum nú er, havi eg ilt við at fáa eyga á eina loysn, sum ger, at fólk skulu fáa álit á Læraraskúlan aftur. Og tað, sum er mær til harðan ástoyt, er, at mann sigur seg ætla at bjóða týskt út aftur í 2026/2027, tá ið tey flestu, sum valdu tað til næsta ár, ERU LIÐUG Á LÆRARARSKÚLANUM TÁ!!!

Super, so velja kanska 3-4 týskt til næstu ferð... áh, tíverri, tit eru ov fá. Kanska aftur um 16 ár...”

Fyrr vóru føroyingar kendir fyri sínar málførleikar á øllum skandinaviskum málum og enskum, týskum og ofta øðrum við.

Nú er tíð hjá politiska myndugleikanum at vakna, áðrenn málførleiki føroyinga verður fyribeindur.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00