Hvar fara pengarnir?

Um hugt er eftir lønarútreiðslunum i Tórshavnar Kommunu, eru tær vaksnar nógv tey seinastu árini.

Bergdís Ester Gisladóttir
21. oktober 2020 kl. 09:42

Hvør fær lut í hesari lønarhækking? Á stovninum, har mítt barn gongur, havi eg lagt til merkis, hvussu nógv tey skulu klára gjøgnum dagin. Har arbeiða framúr dugnalig starvsfólk, ið hava stríðst ígjøgnum covid, sjúkur og eyka ófíggjaðum ásetingum frá kommununi.

Eg havi tí hugt eitt sindur nærri eftir tølunum fyri at finna út av, hvussu stóran part stovnar við børnum frá 0-6 ár hava fingið av lønarhækkingini í kommununi.

Frá 2013 til 2020 hevur verði ein vøkstur á 14% av børnum millum 0-6, og taka vit hædd fyri vanligu regulering av lønum eru lønarútreiðslurnar á økinum ikki samsvarandi.

Her sæðst ikki, at tað heva verið góðar tíðir í Tórshavn.

Pengar skulu fylgja barninum

Børn eru ymisk og hava ymiskan tørv. Tí er tað umráðandi, at nóg mikið av peningi verður útvegaður, og at hendan fígging fylgir barninum og ikki forsvinnur eitt annað stað.

Síðstu árini hava vit sæð eina veksandi fyrisiting, meðan starvsfólk á stovnunum vera meira og meira sperd. Hendan gongdin skal vendast og javnvág skal fáast aftur í millum fyrisiting og námsfrøðilig starvsfólk.

Úrslitið av undirfígging er strongd fyrir starvsfólk

Tá stovnarnir ikki fáa fígging sum dekkar, so verða øll strongd. Námsfrøðingar gevast at arbeiða á dagstovnunum og í onkrum førum gevast heilt á økinum. Tá tað er strongd á dagstovninum, so verða børnini ávirkað av tí.

Størri játtan til dagstovnar í Torshavnar kommunu

Fígging sum dekkar - per barn.

Tað er ein myta, at barnagarðar i Føroyum hava tað so nógv betri enn stovnar í Danmark. Tað hava tey í øllum førum ikki í Tórshavn. Eg havi sjálv arbeitt við umsiting av 3-400 barnagørðum í Danmark, og har fáa stovnarnir fígging pr. barn, samsvarandi til eitt normeringstal. T.d. skal vera ein námsfrøðingur per. 3 vøggustovubørn. Í krónum merkir tað, at stovnurin fær umleið 1/3 av bruttolønunum fyri ein námsfrøðing, ið er á høgu trinni i lønartalvuni. Í Keypmannahavn fær stovnurin uml. 12500 kr pr. vøggustovubarn, ið er nógv hægri end 1/3 partur av einari "miðal" námsfrøðingaløn. Um stovnurin ikki kann fáa ein royndan námsfrøðing, so hava tey ráð til at fáa ein minni royndan námsfrøðing, og kanska eyka tímar afturat.

I Danmark er man ikki raktur av tí, at eitt starvsfólk meldar seg sjúkan. I Tórshavn gongur roknistykkið slet slet ikki upp. Normeringin er í onkrum førum fastset av kommununi fyri at spara pengar. Normering er áset til en takst, sum svarar til ”miðal” løn. Stovnar verða eisini størri og størri, har hugsað verður í stórdriftsfyrimuni, við tí úrsliti at námsfrøðingar flýggja frá økinum.

Gongdin skal vendast

Vel Bergdís - býráðsvalevni fyri tjóðveldi i Tórshavn

www.bergdis.fo

Facebook: shorturl.at/cnCQ6