Hvalastøðin við Áir letur upp í summar
Leygardagin tann 16. juni letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini
Tíðindaskriv
15. juni 2021 kl. 10:01
Til ber at síggja Hvalastøðina við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi, sum byrjaði sítt virki í 1905. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroyum.
Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir hevur verið í gongd síðan 2011. Kortini ber til at síggja støðina.
Húsini og bygningarnir standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inn á støðini.
Opið er hvønn leygardag og sunnudag frá klokkan 10-17.
Byrjað verður leygardagin tann 16. juni. Opið er til 15. august.
Rundvísing verður tríggjar ferðir um dagin.