Hvaðani kemur alt snorið?

Beinkrím herjar í hesum døgum, og snor rennur í stríðum streymi úr nasunum. Men hvaðani kemur snorið? Tað spyr Kirstin...

Elisa Vang
18. februar 2018 kl. 14:14

Beinkrím herjar í hesum døgum, og snor rennur í stríðum streymi úr nasunum. Men hvaðani kemur snorið? Tað spyr Kirstin Grønli forskning.no. Einu løtuna trúði hon, at tað var smeltaður heilamassi, ið rann úr nøsuni.

Niels Christian Stenklev er hjálparlækni á lærda háskúlanum í Tromsø, og er serfrøðingur í oyra-nasa-háls-sjúkum. Hann átti at vita tað, ið vitast skal um snor.

"Tá ið vit faá krím, er tað vanliga so, at vit eru vorðin fongd av eini virus. Tað ganga umleið tveir dagar, frá vit verða fongd, til vit byrja at merkja tað. Virussið hevur brúkt hesa tíðina uppá at sníkja seg inn í slímhinnukyknurnar í nøsini, reprodusera seg og elva síðani til eina brunareaktión í slímhinnuni", sigur Niels Christian Stenklev við forskning.no. 

Niels Christian Stenklev greiðir frá, at bruni er ein verndarháttur hjá kroppinum mótvegis fremmandum organismum og evnum. 

"Sum ein partur av hesari prosessini, sleppur ein rúgva av ymiskum ()() í nasaslímhinnuni út. Hetta hevur við sær økta slímproduktión, øktan blóðtilførslu til slímhinnuna og meira lekar av kropsvesku millum kyknurnar í slímhinnuni", sigur Stenklev við forskniing.no.