Húsini í Home Alone til sølu

Kendu húsini har Kevin McCallister legði fellur fyri tjóvunum, Harry og Marv, eru sett til sølu

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 16:00

Filmurin Home Alone frá 1990 er fyri mong ein av teimum siðbundnu jólafilmunum, sum verða koyrdir frá á hvørjum ári.

Í filminum verður 8-ára gamli Kevin McCallister gloymdur eftir heima, tá øll familjan fer til París at halda jól. Tjóvarnir, Harry og Marv, fáa frænir um, at øll í húsunum hjá Kevin og familjuni eru burtur um jólini, og ætla teir tí at ræna húsini.

Tá Kevin gerst varugur við hetta, noyðist hann at vera bæði djarvur og kreativur, og leggur hann ymsar fellur fyri tjóvunum í húsunum.

Víðagitnu húsini úr filminum, sum eru staðsett á 671 Lincoln Avenue, í býnum Winnetka í statinum Illinois, verða nógv vitjað av fjepparum, sum standa uttanfyri garðin og taka myndir av húsunum.


Nú ber til at ogna sær húsini, tí fyri kortum vórðu tey sett til sølu. Tað verður tó ikki ein og hvør fjeppari, sum fær ráð til húsini, tí prísurin er heili 5,25 milliónir dollarar - ella góðar 36 milliónir krónur.

Annars er tað bara framsíðan á húsunum, sum er nýtt í filminum. Innanduraupptøkurnar vórðu gjørdar í einum niðurløgdum skúla í Illinois.