Húsini í Havn eru hálvaaðru millión dýrari enn á bygd

Búskaparfrágreiðingin vísir tó, at prísmunurin er minkaður nakað í ár í mun til í fjør

Ingi Samuelsen
3. september 2018 kl. 11:20

Hóast munurin er minkaður nakað í seinastuni, so er tað framvegis meira enn tvífalt so kostnaðarmikið at keypa hús í Havn, sum uttan fyri Havnina.

Tað vísir búskaparfrágreiðingin, sum Búskaparráðið legði fram fyrrapartin í dag.

Ein kanning, sum Hagstovan hevur gjørt saman við Betri Banka vísir, at húsaprísirnir í Havn í ár liggja um góðar 2,8 milliónir krónur í meðal, meðan tær uttan fyri Havnina lógu á 1,2 milliónir krónur. Munurin er 1,5 milliónir krónur.

Hetta hevur verið gongdin í prísinum síðan húsaprísirnir tóku at hækka í 2012. Tað, sum er øðrvísi í ár í mun til í fjør er, at munurin er lækkaður. Í fjør var munurin millum eini hús í Havn og eini hús á bygd 1,7 milliónir krónur, so hesi munurin er lækkaður við næstan 130.000 krónum, vísir uppgerðin.

Búskaparráðið vísir á, at prísirnir á húsum í Tórshavn hava verið vaksandi síðan 2012, og teir eru nú á væl hægri støði enn prísirnir í 2007 (tá príshækkingin støðgaði orsaka av kreppuni tá, -red). Munurin millum húsaprísir í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006, og hevur ein prísmunur upp á eina góða millión krónur hildið sær fram til 2016, tá prísmunurin fór upp á 1,5 mió.

Hagtølini geva tó ikki eina heilt neyva mynd av prísgongdini. Eitt nú eru íbúðir ikki við í hagtølunum, og harafturat eru einans hús við grundøkjum millum 250 og 1.000 fermetrar tald við. Búskaparráðið veit frá húsameklarafyritøkum, tey hava spurt, at prísurin á íbúðum er vaksin lutfalsliga meira enn húsaprísurin, stendur í búskaparfrágreiðingini.

Búskaparfrágreiðingin kann lesast her