- Húsið er mítt hjartabarn

Beinta Á. Gregersen var leiðari, tá ungdómshúsið lat upp á fyrsta sinni í februar 2006. Hon gekk á odda við innrætting og...

Innsent
22. mars 2018 kl. 23:32

Beinta Á. Gregersen var leiðari, tá ungdómshúsið lat upp á fyrsta sinni í februar 2006. Hon gekk á odda við innrætting og uppbygging av virkseminum í húsinum, sum skjótt bleiv eitt vælumtókt og avhildið stað hjá teimum ungu at vera.

Hóast Beinta fór úr starvinum sum leiðari í 2011, hevur hon framvegis stóran tokka til Húsið.

 

- Húsið var og er framvegis mítt hjartabarn. Eg eigi so nógvar góðar løtur og royndir í Húsinum, og saman við starvsfólkunum og teimum ungu haldi eg, at vit skapaðu eitt forvitnisligt og stuttligt umhvørvi, har børn og ung sluppu at royna og menna seg á økjum, sum høvdu áhuga fyri tey. Samstundis kundu tey vera seg sjálvi og knýta vinabond tvørtur um ymisk onnur áhugamál. So fyri meg var tað ein gevandi tíð, og persónliga dámar mær serliga væl uppbyggjandi fasuna, har man fer í gongd við nakað nýtt og skal byggja tað upp frá grundini, sigur Beinta Gregersen, sum tí sær fram til nýggju avbjóðingina við stórum spenningi.

 

Í næstum fer virksemið í Húsinum nevniliga at flyta úr hølunum á Klaksvíksvegi, og niðan í Atlantis, har tey ungu fara at búleikast á ovastu og niðastu hædd í bygninginum, sum eisini húsar biografinum í Klaksvík. Flytingin inniber samstundis, at virksemið í Húsinum verður skipað og innrættað av nýggjum, og til hetta er Beinta sett sum leiðari í einum eitt ára verkætlanarstarvi, og sostatt kemur hon at standa fyri flytingini og harumframt, saman við starvsfólkunum og teimum ungu, at leggja lunnarnar undir nýggju staðsetingina.

Beinta Gregersen var sum nevnt leiðari í Húsinum frá byrjanini til 2011. Tá tók Jógvan Andrias Joensen við starvinum. Hann fer nú úr starvinum sum leiðari og verður ístaðin lyklapersónur í uppraðfestingini av mentanardeplinum úti í Klaksvík, har avrikssáttmáli er gjørdur millum Spaniastovu og kommununa um fjølbroytt mentanartiltøk í gomlu Klaksvíkini.