Í gjárkvøldið ringdu fólk, sum búðu miðskeiðis í Havnini til løgregluna at melda, at onkur hevði roynt at stjala frá teimum.
Tey søgdu, at tey høvdu uppdagað, at onkur var í ferð við at bróta fluguskápið hjá teimum upp. Men tey høvdu tikið tjóvin, so hann slapp ongan veg, og tí ringdu tey eftir løgregluni.
Løgreglan tók mannin og førdi hann á løgreglustøðina, har hann hevur sovið í nátt, tí tá ið hann varð tikin, varð hann í eini støðu, har tað ikki bar til at avhoyra hann, sum løgreglan so diplomatiskt orðar seg.
Á vanligum føroyskum merkir tað, at hann hevði kenning og tí varð hann lagdur í brummuna at sova rúsin av sær so at hann kann verða avhoyrdur í morgun.
Men samstundis fann løgreglan eisini ein ryggsekk við brennivíni og øli beint við, og hann verður knýttur upp í hesa royndin at stjala, tí tey høvdu sæð mannin, og eitt vinfólk, við hesum sama ryggsekki fyrr um kvøldið.
Men løgreglan hevur sterkan illgruna um, at brennivíni og ølið, sum var í honum, er stolið. Tí heitir løgreglan á fólk um at kanna hjallar og fluguskáp fyri at vita um nakað er stolið.
Løgreglan sigur, at tey, sum mangla nakað, eiga eisini at vita, hvat slag, talan er um og er løgreglan nøgd við frágreiðingina, fáa tey tað aftur.