Húsarhaldsskúli Føroya 50 ár í dag

Framsýning verður í Varpinum fríggjadagin 25. oktober

Jóannes Hansen
17. oktober 2024 kl. 18:47

Í dag eru tað 50 ár síðani, at Húsarhaldsskúli Føroya sá dagsins ljós. Húsarhaldsskúlin varð stovnaður í Klaksvík, og hann hevur verið og er framvegis í Klaksvík.

Tað vóru tær í Klaksvíkar Húsmøðrafelag, sum gingu undan. Húsmøðrafelagið varð stovnað í 1951, og aðalmálið var at gera mun á eitt nú sosiala, menanarliga og skúlaøkinum. Ein av teimum, sum gingu undan, var Fanny Petersen, sum longu í tríatiárunum hevði samband við leiðarin fyri øllum húsmøðrafeløgunum í Danmark.

Húsmøðrafelagið í Klaksvík tók stig til so nógv. Dømi um hetta eru spælipláss, barnagarður, tannlækni og kvøldskúli.

Stóra ætlanin var at fáa húsarhaldsskúla í lag. Nógvar ungar kvinnur fóru niður til Danmarkar á húsarhaldsskúla, uttan at nakað tilboð av hesum slag var til tær í Føroyum. Fleiri komu ikki aftur, tí tær giftust niðri, og kongstankin hjá Húsmøðrafelagnum var, at eitt tilboð av hesum slagnum skuldi vera í Føroyum og í Klaksvík.

Sethúsini hjá Esmar Jacobsen, Esmar hjá Jóan Jakku, vórðu keypt í 1967, og í 174 gav landsmyndugleikin loyvi til at seta skúlan á stovn.

Fyrstu árini vóru leiðararnir úr Danmark. Eingin føroyingur hevði neyðugu útbúgvingina fyrr enn Jóhanna á Tjaldrafløtti í 1992 varð sett sum lærari og tvey ár seinni varð stjóri, og tað hevur hon verið síðani.

Tað er heilt stórur áhugi fyri at sleppa inn á skúlan, sum umframt skeiðið, ið er frá á sumri og út á veturin, eisini bjóðar styttri skeið av ymsum slag.

Húsarhaldsskúli Føroya flytur skjótt í nýggjan bygning í miðstaðarøkinum á Biskupsstøð.

Føðingardagurin verður hátíðarhaldin við móttøku og forvitnisligari framsýning í Varpinum fríggjadagin 25.okt frá kl. 15-17.

Móttøkan er almenn og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Húsarhaldsskúla Føroya.