Mynd: Articon
Húsareynstunnilin verður sprongdur ígjøgnum í dag
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, letur seinasta skotið av
Fríðmundur Nattestad
17. apríl 2024 kl. 13:15
Klokkan 15 í dag verður Húsareynstunnilin sprongdur ígjøgnum.
Tað verða teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fara at lata seinasta skotið av.
Borgarstjórin sigur nøkur orð á staðnum. Á kortinum niðanfyri sæst, hvar áhugað kunnu standa og hyggja, tá skotið verður latið av. Fólk frá kommununi verða á staðnum og leggja lag á ferðsluna.
Aftaná verður kaffi og køkur at fáa í forhøllini á Hotel Føroyum.
Mynd: Tórshavnar kommuna