B71, sum fyrireikar seg til nýtt kappingarár í næstbestu deildini, skrivar soleiðis í dag:
Maður kemur í amerikumanna stað
22 ára gamli Hunter Bell hevur skrivað undir sáttmála við B71 fyri kappingarárið 2024.
Undanfarin kappingarár hevur B71 notið gott av amerikonskari tilgongd, men í fjør valdi verjuleikarin, James Drye, at takka fyri seg í felagnum og skifti til NSÍ og fótbólt í Betri deildini.
Í hansara stað er komin 22 ára gamli Hunter Bell, eisini úr USA, ella rættari úr New Jersey.
Hunter er í høvuðsheitum heintaður inn sum miðverjuleikari og higartil hevur hann víst góðar taktir í venjing og venjingardystum, so vit eru spent uppá at síggja hann vísa sínar dygdir komandi kappingarár.
Hjartaliga vælkomin Hunter og til lukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!
Fríggjakvøldið spældi B71 venjingardyst ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið var 1-1. B71 málskjútti var Bogi Hentze. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Bogi var málskjútti hjá besta B71 liðnum.