Hundraðtals pílagrímar deyðir í Saudiarabia vegna hita

Hetta er mitt undir ársins pílagrímsferð hajj.

Rúni Korsgaard
22. juni 2024 kl. 22:45

Soleiðis boða fleiri altjóða miðlar frá.

Bæði CNN og DR boða frá í øllum førum 500 andlátum úr fleiri ymsum londum.

Óvist er tó enn, akkurát hvussu nógv eru deyð, har umrøtt verður, at deyðstalið meira enn so kann vera tvífalt. Aðrir aljtóða miðlar siga frá omanfyri 1000 deyðum.

Hitin í Saudiarabia hevur verið um tey 50 hitastigini og verður lýstur sum hættisliga høgur.

Næstan tvær milliónir luttaka í sambandi við ársins hajj í Saudiarabia, sum er tann muslimska pílagrímsferðin til Mekka.