Hundar lupu á meira enn 1.600 bretsk postboð í fjør

Royal Mail í Bretlandi skrásetti í alt 1.673 hundaálop í fjør. Tað er í miðal 32 álop um vikuna

Sigurjón Einarsson
6. juli 2022 kl. 16:51

Hundurin er besti vinur mansins, verður sagt, men viðhvørt gongur tað galið, tá hundar leypa á og bíta fólk.

Bretska postverkið, Royal Mail, hevur latið seinastu ársfrágreiðing av hondum, har tað millum annað er møguligt at lesa, at postboð vóru út fyri meira enn 1.600 hundaálopum í fjør. Eisini eru dømi um, at fólk hava fingið varandi mein av einum hundaálopi og eru tí ikki før fyri at arbeiða yvirhøvur.

Í alt 1.673 hundaálop eru skrásett hjá Royal Mail, tá postboð hava verið úti við posti. Tað er í miðal 32 álop um vikuna í Bretlandi.

Tað skrivar Sky News.

Flestu álop hendu í Sheffield, har 51 hundaálop eru skrásett seinasta árið. Hundarnir í Belfast bíta eisini illa, tí har vórðu 50 álop skrásett. Triðflest álop, 44, hendu í Tunbridge Wells, ið liggur sunnanfyri London.

Flest álop hendu í samband við, at postboð skuldu avhenda pakkar við dyrnar hjá fólki. Í alt 654 hundaálop ella 39 prosent eru skrásett.

30 prosent av álopunum hendu í havanum, innkoyringini ella í túninum hjá fólki í samband við útbering av posti.

Eisini greiða fleiri postboð í ársfrágreiðingini, sum hava verið fyri hundaálopi, at tey nú eisini eru vorðin bangin fyri teirra egnu kelidjórum.