Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at tveir hundar vóru lagstir á seyðin í eini trøð í høvuðstaðrtøkinum.
Løgreglan fór á staðið, men tá høvdu hundarnir bitið eina ær til avlívs og teir høvdu eisini bitið tríggjar aðrar so illa, at tær máttu avlívast.
Um sama mundi ringdi eisini ein annar maður til løgregluna at melda, at hundar vóru lægstir á gæsnar hjá honum og høvdu bitið fýra gæs so illa, at tær máttu avlívast. Løgreglan sigur, at talan er um somu hundar.
Løgreglan sigur, at tey funnu fram til hundaeigaran og hann er skuldsettur fyri at bróta hundalógina og tað fær hann bót fyri, men hann kemur eisini undir endurgjald fyri seyðin og gæsnar og tað verður nakrar túsund krónur.
Hann sigur, at hundarnir vóru rýmdir úr túninum hjá teimum um morgunin. Løgreglan sigur, at teir eru ikki avlívaðir