Hundafríøki á Tvøroyri verður skjótt tikið í nýtslu

Økið er umleið 2500 fermetrar og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá

Fríðmundur Nattestad
12. apríl 2024 kl. 15:00

Tvøroyrar býráð samtykti 26. oktober 2023 at seta eitt øki av til hundar, við Stórá. Ætlanin er, at her skulu hundaeigarar frítt kunna sleppa hundum sínum leysum í einum náttúruvøkrum umráði, undir skipaðum viðurskiftum.

Hesum boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi.

Tað er lokala fyritøkan Sp/f í Heygunum, v. Birgiri Strøm Rasmussen, ið hevur staðið fyri at stika økið inni og at gera brýr tvørtur um størru veitirnar.

Økið er uml. 2500 fermetrar og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá og Áargøtu. Í næstum verða ruskspannir og skeltir sett upp og eftir ætlan verður økið tikið alment í nýtslu í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið verður í viku 18, t.e. 29. apríl – 5. mai.