Human Rights Watch hartar Ukraina

Ukraina brýtur mannarættindi við at vísa videobrot av russiskum fangum. Human Rights Watch biður Ukraina halda uppat við hesum

Sigurjón Einarsson
18. mars 2022 kl. 13:43

Human Rights Watch mælir Ukraina til at halda uppat at leggja videobrot av russiskum fangum á sosialar miðlar.

Sambært felagsskapinum, so brýtur Ukraina Genève-mannarættindasáttmálan, tá landið velur at vísa russiskar fangar fram og útseta teir fyri mannaminkan vegna videobrot, ið eru at síggja á ymsum videobrotum.

Human Rights Watch vísur á, at videobrot av tiknum fangum eru almannakunngjørd av ukrainsku fregnartænastuni, SBU, á teirra almenna konto á Telegram (stóri sosiali miðilin í Eysturevropa, red.), ið hevur næstan 900.000 fylgjarar. Videobrotini eru eisini deild á Facebook, Twitter, Instagram og YouTube.

Fangarnir siga ofta sítt fulla navn, samleikanummar, bústað og nøvnini á foreldrunum, og tað er undir trýsti, heldur felagsskapurin.