Hugvekjandi fyrilestur um vitlíki á TONIK 2024

Hvørjar førleikar fara fólk at hava brúk fyri, tá talgild tøkni og vitlíki í framtíðini fer at kunna taka sær av alsamt fleiri kognitivum uppgávum?

Fríðmundur Nattestad
16. apríl 2024 kl. 14:00

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætlað til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Martin Tvede Zachariasen. Martin er útbúgvin ph.d. og dr.scient. í teldufrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn, og hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir eitt nú sum fyrrverandi rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn og síðani 2023 sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Martin Tvede Zachariasen

Fyrilesturin hjá Martini – sum hevur heitið “Education in the Age of Thinking Machines” - fer at snúgva seg um tvey evni. Tað fyrsta er spurningurin um framtíðarinnar førleikar. Talgilda tøknin og vitlíki fer framhaldandi at yvirtaka nógvar av teimum kognitivu uppgávunum, sum vit menniskju hava í dag. Spurningurin er tískil: Hvørjar førleikar hava vit menniskju serliga brúk fyri, tá talgild tøkni og vitlíki í framtíðini fer at kunna taka sær av alsamt fleiri kognitivum uppgávum?

Hitt er spurningurin um, hvussu undirvísing og próvtøkur munnu fara at broytast. Í hesum sambandi er vitlíki bæði ein “vinur” og ein “fíggindi”, sum kann gera stóran positivan mun í læring og undirvísing, men sum eisini kann misbrúkast og misskiljast.

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.