Tær fyrstu umleið 350 síðurnar av bókini «Til arbeiðis! Lív ella deyð!», er eitt væl skrivað og sera áhugavert søguverk. Síðani dovnar teksturin, og man kann seta sær spurningin, um avrikini hjá núverandi formanni eru verd at fylla tann umleið seinasta fimtingin av bókini.
Fakfelagshugsjónin mennist er høvuðskapitlið, ella sjálv maskinan í verkinum. Høvundin skrivar um tað fyrsta fakfelagið í landinum, Thorshavns Arbejderforening, stovnað í 1886. Ofta hevur verið fregnast eftir upplýsingum um tað felagið, og umsíður hevur tað eydnast einum søgumanni at grava fram nøkur brotpetti.
Seinni í kapitulinum møta vit HAF-fedrunum, og tað eru ikki fedrar av gamaltestamentligum slagi við síðum skeggi og fleiri hundrað ára gamlir, men ungir Havnarmenn. Maurentius Viðstein, føddur í 1892 og deyður í ‘71. Jóan Petur Davidsen føddur í 1890, deyður í ‘72. Kristin í Geil er fimtan ár eldri enn Maurentius og doyði í ‘35.
Vit vera eisini kunnaði um sambandið, sum teir høvdu við danskar sosialdemokratar, og tá Helgi Eidesgaard á s. 54 hugleiðir um gamla skrivaran hjá Føroya Fiskimannafelag, Rasmus á Háskulanum, letur hann hesi orðini falla: «Men tað er áhugavert, at teir, ið vóru fremstir – og tosaðu harðast, fyri rættindunum hjá fiski- og arbeiðsmonnum, vóru lærdir menn, sum eyðsæð høvdu fingið íblástur aðrastaðni frá.»
Við eini væl valdari røð av sitatum úr gerðabók felagsins, blaðgreinum, brøvum og úr minningarorðum, manar høvundin fram tað skeiðið, sum føddi okkara fakfelagsrørslu. Her kann leggjast afturat, at sama skeiðið eisini føddi avhaldsrørsluna. Høvundin endurgevur eina yrking, sum fyrstu ferð var prentað í «Føringatíðindi» í 1898. Høvundin er tann tá 21 ára gamli Kristin í Geil, og her er tað seinasta og hjartanemandi ørindi:
Rúsdrekka alir upp ógerð
og terandi svongd alir hat.
Skomm yvir tað samfund, sum bjóðar
sínum trælum gift firi mat.
At nógvir av fedrunum vóru sosialistar, kemur kanska óvart á fleiri lesarar, men eg haldi, at høvundin klárar at grundgeva fyri sínum uppáhaldi. Víst verður eisini nomið við sjálvstýrisrørsluna, tí slepst illa undan, tá skrivað verður um Kristin í Geil, men høvðusrannsóknin liggur í tí jørðildinum, sum menti Havnar Arbeiðsmannafelag.
Maurentius var av navnframari tónleikarafamilju, og í Varðanum í 1970 skrivar tann tá 78 ára gamli maðurin um avrik W. Heinesens: «Mær persónliga var tað so íheimligt at lesa hansara hugnaligu – ja, so hugnaligu bók «Vit glataðu spælimenn». So fóru vit kortini ikki fyri skeytið, takkað verið rithøvundanum – William Heinesen.
Í triðja kapituli: Tíðin 1916-1930 – Fyrstu ár Havnar Arbeiðsmannafelags vera trupulleikarnir hjá tí nýstovnaða fakfelagnum rættiliga gjølla viðgjørdir. Nøvn vera sett á stuðlar og viðhaldsfólk, men eisini á fíggindar. HAF var ikki meira enn gott hálvt ára gamalt, tá felagið fór út í sítt fyrsta verkfall. Stríðið stóð við í eina viku, og tað eydnaðist felagnum at fáa tímalønina úr 30 upp í 40 oyru. Hetta kann av sonnum kallast ein stásiligur fakfelagsdópur.
Longu í desember mánaði í stovningarárinum stillar HAF upp til býráðsvalið, og tað eydnast felagnum at fáa tveir mans valdar. Saman við «Enigheden» á Tvøroyri royna teir eisini at geva út blaðið «Virkið». Tað bleiv bara til ta einu útgávuna, men alt hetta virksemið boðar frá einum høgum ambisjónsstøðið.
Í 1925 vitjaði danski forsætismálaráðharrin Stauning í Føroyum, og hann æraði HAF við at luttaka á einum felagsfundi. Maurentius Viðstein flutti fram røðu, og ein partur av røðuni var vígdur felagsins fyrsta formanni: «Manden der var Sjælen i det hele var Bager J.P. Davidsen fra Sand. (Her nikker Statsministeren, for dette navn kendte han) Davidsen var saa af den Mening at man skulde tage Sagen paa en anden Maade, nemlig: Mand og Mand imellem Agitere for en sammenslutning af Arbejdere. Det lykkedes, og den 16de Januar 1916 dannedes saa Havnar arbeiðsmannafelag der tæller henved 400 Medlemmer, der paa den Maade vare blevne Sosialdemokrater uden at de havde den mindste ide om det.”
Eitt so hugkveikt umboð átti fakfelagsrørslan í 1925!
Til Løgtingsvalið í 1928 var Maurentius fyrstvaldi inn á Ting, umboðandi tann nýggja Javnaðarflokkin. Tá var hann eisini formaður í FA, og sat sum blaðstjóri á Føroya Sosial-Demokrati. At sami maður nøkur ár seinni endaði á Dagblaðnum, hevur verið eitt afturvendandi samtaluevnið fyri fólk á vinstravonginum. Undirritaði spurdi einaferð Andrew Ísheim, formann í HAF frá 1957 til ’64, hvussu tað bar til, at Maurentius endaði í tí reaksjonera holinum. Ísheim svaraði, at hann sjálvur einaferð hevði sett Maurentius júst tann sama spurningin, og at tann gamli svaraði: ”– Eg seldi mína arbeiðskraft til Dagblaðið, ikki sálina.”
Og nú vit eru við Dagblaðið, ber illa til ikki at endurgeva eitt nasjonal-facistiskt brot, sum stóð á prenti har í 1938. Eg endurgevi eisini brotið, tí tað onkursvegna er tengt at tilburðum í tí fimta kapitulinum: Tíðin 1945-1965 – Hørð verkføll og arbeiðararørslan klovnar.
”Javnaðarrørslan er ein snúltari á samfelagnum, og hevur ongan lívsrætt, og eigur tessvegna at verða tilonkisgjørd. Hon má køvast og tilfullnar drepast áðrenn ov seint er og skaðin ikki er endurbøtandi. Ikki kunnu vit hugsa okkum, at føroyingar, føroyskir arbeiðarar, fara at selja seg til danskar sosialistar, og harvið gera lívsvónirnar hjá hinum føroyska fólkinum enn minni enn Stauning við sínum monnum longu hevur gjørt tær.”
Ein av ormunum í okkara fakfelagsliga aldingarði, fyri so vítt eisini í okkara politiska aldingarði, hevur nevniliga verið spurningurin um sjálvstýrið kontra samband.
Longu Jørgen Frantz Jacobsen ávaraði tann unga Javnaðarflokkin ímóti at knýta seg ov tætt at tí danska bróðurflokkinum. Í kronikkini ”Moderne udvikling i en nøddeskal” prentað í Politikken í 1936, tekur hann soleiðis til: ”Alt afhænger nu af de færøske Socialdemokrater. Med deres store Stemmetal og deres politiske Tilknytning til Regeringen har de en Indflydelse som intet andet færøskt Parti. De vil kunne fristes til at gøre Sambandspartiet Fejl om igen. Med Statskassens velvillige Hjælp vil de kunne vinde Tilhængere paa et Program, at Danmark nok skal sørge for Fremskridtet paa Færøerne. Men forhaabentlig har de af Fortiden lært saa meget, at de indser, at Staten nok kan hjælpe, men at selve Fremskridtet kun kan vindes ved en indre Regeneration, en Kraftanstrengelse fra Færingernes Side.
Hóast Helgi Eidesgaard rættiliga gjølla viðger samráðingarnar um ta føroysku innlimanina í De samvirkende Fagforbund í 1953, so kemur tað ikki nóg týðiliga fram, hví akkurát P.M. Dam, formaður Javnaðarfloksins, var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri tiltakið. Tað árið avgjørdu nevniliga HAF og FA at lima seg inn í De samvirkende Forbund, men sameiningin kom ongantíð rættiliga at rigga. Hóast danska meginfelagið vístu rættan altjóða solidaritet, tá teir undir stórverkfallinum í 1951 læntu føroyskum arbeiðarum 50.000 krónur í verkfallsstuðli, so ætlaðu føroyingar sær ikki at rinda gjald í tann danska verkfallskassan. Tað vísti, seg at heldur ikki øll feløgini undir FA rindaðu sítt limagjald, ella avgreiddu aðrar skyldur tengdar at limaskapinum.
Í 1955, stutt aftaná Klaksvíksstríðið, klovnaði arbeiðararørslan. Fyrst meldaði FA seg úr De samvirkende Fagforbund, síðani uppsegði HAF sín limaskap í FA, og nakað seinni loysti HAF seg eisini úr tí danska meginfelagnum. Og tað hevur síðani verið støðan uppá gott og ónt.
Tíðin 1965-1980 – sosialar ábøtur og vinstravent rák. Fyri mítt egna viðkomandi er hesin kapitulin serstakur, tí nøkur av teimum árunum var man sjálvur rættiliga aktivur í HAF. Fleiri okkara høvdu eitt hampuligt gott søguligt innlit, vóru fullgreiðir um at vælferðarsamfelagið ikki úttrykti tað optimala av tí, sum mannaættin var før fyri at inna hvat javnrætti, rættvísi og mentan viðvíkti. Vit vistu, at vælferðarsamfelagið bara var ein fyribils sigur, ella man kann kanska brúka ta myndina, at vælferðarsamfelagið var ein viðbrekin blóma í kapitalismunar vakstrarhúsi, sum lættliga kundi følna. Í dag er okkara ampi sjónligur m.a. í Stórabretlandi, har høgravonginum nærum hevur forkomið vælferðarsamfelagnum. Kortini fari eg at vága tann hugmóðuga pástand, at júst vit vinstrahallu virkaðu í tí anda, sum eyðkendi felagsins fedrar.
So vildi onkur kanska sett tann hypotetiska spurningin: Íðan, hvørji brøgd høvdu fedranna sjálvkosnu arvingar megnað at int í verkið, um teir fingu nakað vald? Tíverri, um tað ber illa til at tosa, tí vit fingu ongantíð nakað vald. Mikkjal Dánjalsson, sum kanska hevði ta bjartastu peruna, dugdi illa at liva, og fór av foldum sum ólukkudýr. Aðrir gjørdust vónsviknir og beiskir sum Kristin í Geil, og orðini hjá beiskum fólki tíma bara ófrættafuglar at leggja oyra til. Martin Lynghamar, sum í nøkur ár rak eitt lítið verkstað í Keypmannahavn, var funnin deyður á ottomanini inni á sínum lítla kontóri. Hermann Oskarson gjørdist fíggjarfrøðingur, og av einum fyrrverandi blaðstjóra á Sosialinum og einum ex-formanni í Føroya Fiskimannafelag var hesin óræddi maður skírdur landasvíkjari.
Kanska manglaði okkum nakað av tí villa humørinum hjá Ludvík Olsen, gitin undir navninum Fúli. Tað var soleiðis, at í ‘47 keypti HAF saman við býráðnum trolaran Havborgina. Meini, at tað var Nils í Skúvoy, sum førdi trolaran, og Ludvík var ein av kyndarunum. Einaferð rópti skúvoyingurin niður í maskinrúmið, at nú skuldi fullur dampur á. Ludvík var kvikur yvir í rørið, og við síni sermerktu rødd svaraði hann aftur: Skvabble vabble. Akkurát, hvat tað merkti, veit eg ikki, og tað er ein spurningur, um Ludvík sjálvur visti tað. Men maðurin bar orð fyri at vera ein góður og harður fakfelagsmaður, og eg fari at ivast í, um skiparin hevur dugað at lofta einum so respektleysum útbrotið frá einum havna-anarkisti.
Man kann seta spurningin, um tað yvirhøvur ber til at skriva trúverduga samtíðarsøgu. Kanska onkur histórikari megnar tað, men teir eru fáir. Í innganginum nevndi eg, ella legði upp til, at lítið avgerandi er hent í HAF, síðani Karl Johansen kom við eftirlønargrunninum. Tað, sum kortini er farið fram, verður ikki problematiserað í bókini hjá Helga Eidesgaard.
Núverandi leiðsla hevur hampað munandi um felagsins ognir. HAF hevur gjørt eina tveysiffraða millióníløgu í eina glaslon framvið Tinghúsvegnum, sostatt er felagið blivið ein partur av Havnar-kapitalismuni. Eg veit, at íløguhugur av hasum slagnum er populerur hjá fakfeløgum í grannalondunum, men tað hevur kortini onki við fakfelagspolitikk at gera. Ikki so mikið sum ein rúmlig fundarhøll til ársaðalfundirnar er tøk í bygninginum.
Arbeiðsmenn í Havn eiga at geva sær far um, at felagsins fedrar brýggjaðu seg um anda- og hugsjónarligu menningina hjá stættini. Kristin í Geil var rithøvundur og listamálari, og Maurentius hevði somuleiðis góðan penn og var ein habilur tónleikari. Tað hevði lagt felagið á eina progressiva og áhugaverda kós, um teir tóku upp tann tráðin. T.d. kundi HAF árliga latið eina ”Kristin í Geils Mentanarvirðisløn» uppá einar 2-300.000 túsund krónur fyri avrik, arbeiðarasakini til frama. Og rætt skal vera rætt. Henda stásiliga bókin ”Til arbeiðis!, lív ella deyð!”, er eitt dømi um, at nevndin í HAF ikki er púra sør, hvat mentunarligum generøsiteti viðvíkur.