Tá tað hoyrdist, at Herborg Joensen var farin 75 ára gomul, kom mær til hugs tvær myndir av Herborg, sum eg á sinni tók, og sum eru í myndagoymslu.
Onnur myndin í kvinnudysti millum Neistan og Kyndil og hin, tá hon var gestur í hondbóltsgrein, eg á sinni skrivaði.
Í hondbóltshøpi var Herborg heilt serlig, tí hon var ikki uppvaksin í Kyndli. Hevði ikki spælt gentuhondbólt ei heldur spælt hondbólt á Toftum, har hon vaks upp.
Barnaheimið hjá Herborg og teimum var uppi á Regni á Toftum. Foreldrini vóru Johan Olsen av Toftum og Andrea úr Svínoy.
Herborg og tey vóry tíggju systkin: Elisabeth, Páll, Dina, Gutti, Herborg, Árni, Jonhard, Essimi, Jóna og Jógvan Martin.
Herborg kom til Havnar um seytjan ára gomul. Hon arbeiddi millum annað á Sjómansheiminum, áðrenn hon fór at arbeiða á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum.
Har gjørdist hon skjótt leiðari.
Herborg var farin um tey tjúgu árini, áðrenn hon leitaði sær niðan í Høllina á Hálsi til tess at vita, um hon slapp at venja við neistakvinnum. Men komin í høllina vandu kyndilskvinnur og ikki neistakvinnur.
Kyndilskvinna bað Herborg bara koma at venja við teimum, og hetta skuldi seinni gerast stórur fongur fyri Kyndil bæði sum spælari, nevndarlimur og forkvinna. Herborg hevði serligt ágrýtni bæði á vølli og í felagsskapinum, sum kom Kyndli til góðar á fleiri mótum.
Eldsálirnar og vinkonurnar Annsy Høghamar og Herborg Joensen. Myndina tók Birgir Sondum
Hondbóltsfelagið Kyndil er stovnað 10. mars 1956 av ungdómum úr Losjuni, sum gjørdist týdningarmikið bakland hjá felagnum.
Herborg var ikki ein av teimum, men var millum onnur heilhjartað, sum tóku yvir, tá tey ungu frá 1956, sum tíðin leið, fullu frá. Hon var kend fyri altíð at bjóða seg fram, tá tiltøk skuldu fyriskipast.
Má vera eindømi, at hondbóltsspælari ikki byrjar at spæla hondbólt fyrr enn farin um tey tjúgu árini og síðani nógv ár á besta liðnum hjá Kyndli. Herborg spældi eisini seks landsdystir.
Minnist Herborg sum kropssterkan hondbóltsspælara, sum serliga kom til sjóndar í verjuspælinum. Hon var kropssterk, hevði langar armar og frálíkt undirhondsskot. Herborg var eisini bráðsintur spælari, sum hoyrdist á vøllinum.
Herborg, sum var røsk og arbeiðssom á vølli, spældi mangan harðan dyst ímóti neistakvinnum. Frá vinstru Rannvá, Herborg og Svanna kemur undan. Myndina tók Vagnur Michelsen
Herborg var forkvinna í Kyndli, tá hon og eg í 1980-árunum fundaðust við borgarstjóran á Vaglinum. Vit hildu, at Kyndil og Neistin vóru fyri vanbýti í Gundadali, tí meðan fótbóltsfeløgini vandu ókeypis í fótbóltsvallunum og fingu allar inntøkurnar frá bandalýsingum, so máttu Kyndil og Neistin gjalda 240 krónur fyri hvønn venjingartíma í hallunum.
Vit vístu á, at í Danmark stuðlaðu kommunurnar øllum ungdómsarbeiði til og við átjan ár, meðan einki slíkt var í Havn.
Minnist, at borgarstjórin tók synd í okkum báðum, tá vit løgdu rakstrartølini á borðið, og endin var, at vit fóru væl nøgd av fundinum. Borgarstjórin lovaði, at innandura ítrótturin eisini skuldi fáa sínar sømdir í býnum.
Nú er alt hetta søga. Líkarættur valdar, og nú eigur Tórshavnar kommuna allar hallirnar, og feløgini venja ókeypis í hallunum.
Góða Herborg. Takk fyri tíðina og samarbeiðið, sum onkuntíð bar bráð av harðmæltum góðum kjaki. Tú vart eitt jarn fyri hondbóltin og felag títt. Herborg var gift við Poul Åge av Hvítanesi, og fingu tey dóttrina Menu.