Hugleiðandi bókaumrøða: Eitrandi illvilji?

“Et opraab til det danske Folk” mundi kennast monnum sum at rópa út í oyðimørkina. Ongin svaraði, minst av øllum tey, sum...

Tórbjørn Jacobsen
15. november 2017 kl. 15:05

“Et opraab til det danske Folk” mundi kennast monnum sum at rópa út í oyðimørkina. Ongin svaraði, minst av øllum tey, sum rópt varð á og eftir. Søga er søga, eitt skjal um farna tíð, men uttan hana fáa vit ikki mett um samtíðina og heldur ikki miðað inn í framtíðina. So verður sagt av monnum, tí er tað týdningarmikið, at vit verða kunnað um tað sum fólkið, í hesum førinum fiskimenn okkara, skuldu renna seg í á grønlandsmiðum, fyri meiri enn trýfjerðingsøld síðani. Hesa bókina – “Danmark, Føroyar, Kalaallit Nunaat – Ein áheitan á danska fólkið” - las eg sum so mangar aðrar á fyrsta sinni í einari koyggju. Hetta var fyri ta tíð, at eg hevði vunnið mær førleikan at gerast limur í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og eg minnist enn hvussu áhugaður eg var undir lesnaðinum. Tað liggja helst tvær orsøkir undir hesum, onnur er mín politiska støða í tjóðskaparspurninginum, og hin, at eg javnan hevði hoyrt um hesi viðurskifti – nevnd í bóklinginum – frá abba mínum, Napoléon á Glyvrum, og Ingvardi á Langanesi, bróðursyni hansara, sum ofta tosaði um hesi viðurskifti, táið eg sum stórur drongur og unglingi arbeiddi saman við honum í sildaarbeiði, undir lossing ella bara táið vit høvdu eina friðsæla løtu at spjalla saman, - vit vóru grannar á Glyvrum, táið hann var vorðin eldri maður. Hann sigldi nógv við abba mínum, eisini á fiskiveiði undir Grønlandi, og tvær reisur varð hann við skipi seinru stríðsárini, sum vóru skotin niður av týskinum og søkt. Við “Sannu” og “Misteltoe.”

 

Yrkingin “Trý brøv til ein fiskimann” hjá hinum útgávuaktuella Jóanesi Nielsen endar við hesum ørindinum:

 

                        Nú ert tú kanska inntørnaður

Sangurin í vantrunum

ríkjanin frá tjøraðu plankunum

hevur spekt tína tungu.

Gjørt teg inntonktan fáorðaðan

sum flestar fiskimenn.

Ein ætt av tigandi monnum

sum varpa daprar skuggar yvir samfelagið.

 

Ein ætt av tigandi monnum, sum saman við konum teirra, stákandi inni við eld, í hoyna, í torvi og í fiskaarbeiði, umframt barnauppalingina, fluttu Føroyar meiri fram á leið, enn onnur ættarlið hava megnað. Úr bóndasamfelagnum inn í fiskivinnusamfelagið, sum aftur hevur ment seg til eitt ídnaðarliga framkomið land, á hædd við fremstu tjóðir í vælferð og trivnaði.

Í bókini verður nevnt, at fólkatalið er vaksið úr 8 túsund upp í 27 túsund íbúgvar, síðan útlendski einahandilin varð tikin av í 1856 og fram til 1939, táið bókin kom á marknaðin. Hasi árini og umvegis hendan søguliga vøksturin eru nógvar millumrokningar á leiðini, positivar og negativar, sum ov lítið hevur verið at hoyrt um í almenna rúminum, og eg ivist í um hendan kálvføðingin er partur av føroyskum skúlaskapi í dag. Kensluligu raðfestingarnar ganga aðra leið, og tað kann fara at svíða, missir tú fortíðina, tí tá kann tað skjótt verða, at tú druknar í heimsins tilvildarligu rákum - í gjøtlanini fram eftir og ímóti diffusum málum. Sum maðurin segði: Miðar tú ikki eftir einari kós, fært tú ikki undanvind á nakrari ætt.

 

Fyri tað nógva vaks føroyski flotin burturúr avlopinum hjá bretum, táið teir fóru undir at endurnýggja flotan. Hetta vóru størri og minni sluppir, togarar og onkrar skonnartir úr Danmørk og Fraklandi. Enskir togarar lógu og tóvaðu inn í klettin undir Føroyum, tí leitaðu føroysku skipini út á mið- og fjarleiðir. Tá minni var at fáa undir Íslandi var farið til Grønlands, og tað skuldi verið lagamanni, tí landið var hjáland – koloni - í hinum danska imperium. Tá vit vóru partur av danska Kongsríkinum, skuldi ongin forðing verið í hesum, at vit fóru undir fiskiskap á grønlandsmiðum, sum var hetta okkara egni “heimasjógvur”. Vit eiga at hava okkum fyri eyga, at fiskimørkini ikki vóru tey somu sum á okkara døgum, og at Íslandi ikki enn var vorðið lýðveldi.

 

Hóast bóklingurin ikki er rúgvismikil, er hann væl løddur ímillum reglurnar, og sigur í grundini ómetaliga væl frá støðuni í Føroyum, serliga í tríatiárunum. Lagnusøgurnar eru mangar, skip ganga burtur, menn sjólátast, skip renna á flúrar, tí sjókortini á innaru leiðunum kundu ikki fáast frá dønum, og yvirhøvur er støðan álvarslig, tí danir seta allar møguligar og hugsandi forðingar í verk, fyri at darva føroyskum fiskiskapi undir Grønlandi. Tað er ikki altíð so lætt at skilja imperialistiskan hugsanarhátt, hann hevur eisini verið ymiskur, alt eftir um tað var Bretland, Holland, Belgia, Frakland, Spania, Portugál ella Danmørk sum var leiðtogari, tí er spurningurin, um hesin meinfýsni politikkurin hjá dønum hevur verið tilvitaður, fyri at steðga menningini í Føroyum – menning kann jú í “ringasta” føri hava tað við sær, at hjálandafólkið eisini fer at hugsa sjálvstøðugar tankar - ella um hetta hevur verið ein roynd at byrgja upprunafólkið – eskimoararnar - inuittarnar – inni í einum reservati, har útsendir danir, kolonibestýrarar og kontrollørar og annað gott fólk, skipaðu seg upp sum harrafólk í øllum lutum. Tað ber eisini til, at rikni politikkurin er ein partur av báðum brigdum.

 

Í øllum førum sæst ein broyting frá royndartíðini hjá Pola, Jens og Jens Paula í Dali, fyrr í hinari øldini, tá vit koma fram í tríatiárini. Eitt dømi er samrøða, sum Ritzaus Bureau ger við Stauning forsætisráðharra í 1938, har hann svarar soleiðis: “Tann av ríkisdegnum samtykta lóg um atgongd til grønlendskt sjóøki, sum er lagað til danskar ríkisborgarar, kann sjálvandi ikki brótast, bert tí at ein bólkur av fólki heldur, at hon gongur fíggjarligu áhugamálum sínum ov nær. Fiskimenninir í Føroyum mega eins væl og aðrir ríkisborgarar lýða galdandi lógir, til hesar møguliga verða tiknar av ella broyttar. Føroyingar kunnu ikki vænta at fáa krøv ígjøgnum, sum stríða móti galdandi lóg.” Har var lítil, fyri ikki at siga ongin, hjálp at heinta.

 

Bóklingurin kemur út í almenna rúmið í 1939, beint fyri seinra heimsbardaga, og er í grundini eitt neyðarróp. Eitt neyðarróp ætlað danska fólkinum. Hetta varð hildið neyðugt, tí teir sum tá mannaðu stjórnarskrivstovurnar í Keypmannahavn øntu nóg illa aftur, tá heitt varð á teir, og skuldi tað hent seg, at teir gjørdu tað, so var tað bert fyri at vísa til danskt lógarverk, við íbygdum forðingum, í mun til ætlanirnar hjá føroyingum at vinna sær til mettuna av ovurstóra fiskiríkidøminum á grønlendsku bankunum og inni við og undir landi. Kann ætla, at nógv hevur verið tosað um hesi viðurskifti um hesa tíðina. Í manningarfeløgunum, millum útgerðarvirkini og ímillum tingmenn serliga. Kvívíkskingurin Óla Jákup Jensen var formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelagi um hetta mundið, og hann var ikki hvør sum helst. Kendur skipari, sum seinri gjørdist politikari. Saman við synunum átti hann seinri Gamla Andrass – uppkallaður eftir pápanum – og yvirdekkaða línubátin Leik(ur), sum seinri fiskaði laks og rækju undir Grønlandi. Giti mær til, at hann hevur fingið fjølgávaða mentamannin Rikard Long at hjálpa sær í hesi truplu støðuni hjá føroyingum. Tað sæst, og tað vita vit, at Rikard førdi pennin, og bókin er óvanliga væl skrivað, og hon gandar fram eina lýsing av einum samfelag í svárari kreppu.

 

Eftir La belle époque, í kjalarslóðini frá fyrra heimsbardaga, kom hin svarti týsdagurin – hin 29. oktober 1929 – táið tað byrjaði at ridla undir keypsskálanum í Wall Street í New York. Heimurin allur varð destabiliseraður, og fyri Føroyar gjørdist borgarastríðið í Spania ein uppaftur verri døttur enn hetta. Hesin stóri saltfiskamarknaðurin varð fyri ongum, peningur var ikki til innflutning av produktum úr Føroyum, tíansheldur frá øðrum seljaralondum, og føroysku reiðaríini, manningarnar og harvið alt samfelagið sigldu seg út í eina kreppu. Í bókini verður sagt, at pr. 1. januar 1937 var skattaeftirstøðan í landinum 773.764 danskar krónur, sum svaraði til eina heila ársálíkning. Hetta var í eini tíð, táið menn vóru menn og konur og konur, og ongin ynskti at skylda nøkrum nakað, tí sigur hetta meiri enn nakað annað, hvussu svangligt tað var blivið. Einasta vónin var at vaksa um nøgdirnar, nú minni fekst fyri fiskin, men táið danir løgdu allar hugsandi fótonglar í vegin á grønlandsmiðunum, bleiv hetta ikki kompensatiónin, sum kundi tikið tey ringastu nosini.

 

Umframt, at hetta er eitt neyðarróp frá føroysku fiskivinnuni, og harvið samfelagnum, so má hetta eisini metast sum ein viðmerking frá tveimum monnum, sum stóðu frammalaga í føroyska tjóðskaparstríðnum, Rikardi og Óla Jákupi, sum báðir gjørdist landsstýrismenn seinri, táið heimastýrið var veruleiki eftir stríðsárini seinru. Tað er ómøguligt hjá okkum, sum liva í yvirflóðini ídag, at skilja hesa tíðina og ringa standin, sum verður lýstur í hesi bók. Í einum tronga kanst tú gerast subjektivur, koma í eina lagghalla hugsanarstøðu, men okkurt bendir á, at teir hava umhugsað støðuna gjølla, áðrenn teir hava breitt hendan tekstin út á blik. Teir hava veruliga kent sviðan inn á mergin, tí tveir hampa- og skilamenn av hesum kalibrinum hava neyvan havt tað sum dagdvølju at vena og eymka seg í gerandisdegnum, tí er hetta eitt svart tíðarskeið í hjálandaskeiði Danmarkar mótvegis Føroyum. Teir vitstu at hetta kundi verða mettan, men teir góvu okkum svongdina.

 

Minnist at Karl Danielsen, ommubeiggin, svágur abba, sum var bestimaður hansara við ”Sannu”, onkuntíð førdi hann hana, tók til, at teir hóraðu undan í tríatiárunum, men øll segl máttu repast. Sum hann tók til, sjálvt sviskurnar máttu klúgvast í tógvar lutir niður í stormsuppuna, fyri at fáa økonomi´ina at hanga saman.

 

Abbi mín førdi skonnartina ”Sannu”, sum hann átti, tað mesta av hesum tíðarskeiðnum, og teir vóru nógv til fiskarí undir Grønlandi hesi árini. Tað sum skrivað stendur, samsvarar heilt væl við tað, sum hann plagdi siga okkum abbasynunum frá. Táið teir sigldu innanskerja stóð maður stútt og støðugt frammi á sprytinum, fyri at varskógva um flúrar og sker, sjókort vóru ongi, og danska kontrollørin í Føroyingahavnini hevði hann fingið fult og heilt í rangastrúpan. Hugsi at hann ta einu ferðina hevði tikið kontrollørin fyri at svika við vektini, táið teir løgdu veiðuna upp, og um tað bleiv handfast av hesum, minnist eg ikki, men óvinir gjørdust teir fyri lívið. Sum hann tók til: Kontrollørurin var ein obsternasigur fýrur, tað hevði hann sagt honum bæði væl og virðiliga, og tað var fyrsta ferðin at eg hoyrdi hetta danska orðið á føroyskari tungu, sum eg helt vera týskt, men á tí málinum eitur tað helst hartnäckig. Kontrollørembætið í Føroyingahavnini var framvegis til í mínari tíð, og eg minninst hendan rundleitta danan, ið gekk sum ein anakronisma á bryggjuni við Nordafar í onkrum slagi av hermannabúna, soleiðis, at hann líktist sovjetisku marskálkunum, sum stóðu undir liðini á Aðalskrivaranum og Politbureau´num, uppi á svalanum, táið hernaðarparadurnar skolaðu fram eftir boulevardunum, við øllum hinum ræðandi ísinkramminum, eftir Reyða torginum í Moskvu, tá Arbeiðaradagurin – hin 1. mai – varð hátíðarhildin, fyri visuelt at manifestera valdið yvir øðrum.

 

Hóast útlendski einahandilin var tikin av í Føroyum í 1856, og karmarnir gjørdust frælsir um vinnu og handil, ein orsøkin til stóru framtøkuna eftir hetta, so var Kongaligi Grønlandski Handilin framvegis ráðandi í Grønlandi. Valdsharrarnir í Keypmannahavn stjórnaðu eyðvitað umvegis Handilin, og dømir eru um tað í bókini. Tá teir ákæra føroyingar fyri at hava ætlanir um at mynstra grønlendingar umborð fyri minni hýru enn føroyingarnar, verður farið um alt mark. Mær vitandi hava grønlendskir fiski- og sjómenn altíð verið løntir eftir somu sáttmálum sum føroyingarnir við føroyskum skipum. Eisini tí er huglagið so sára gott ímillum fólkið í hesum báðum tjóðunum, tað er meiri enn sigast kann um danir, sum langt fram í seinastu øld diffirentieraðu lønirnar eftir upprunanum og hugtakið føðistaðarkriteriið er tiltikið. So bondskur politikkur, at grønlendskur lækni t.d. fekk lægri løn enn ein danskur lækni í grønlendska sjúkrahúsverkinum, bert tí hann var føddur í eínum egna landi. Tí valdu fleiri at búseta seg og virka í júst Danmark, har teir fingu somu løn sum teir donsku. Vinstrahallir grønlendskir politikarar plagdu at samanbera hetta við burturrikna Apartheid politikkin í Suður Afriku.

 

Bóklingurin er væl frágingin og so væl skrivaður, at hann er sum ein skaldsøga at lesa. Tað sæst, at ein rithøvundur hevur hildið skaftinum. Væl er argumenterað eisini. Dømini við skiparum og manningum, sum eru komnir og komu illa fyri av hesum harðrenda, eirindaleysa og imperialistiska danska politikkinum seta líkasum støðuna í eitt heilstoypt relieff. Teir eru ikki hvørjir sum helst, hesir, sum hava loyst frá posabandinum um ringu støðuna. Dávur í Gerðum, skipari á Skálanesi, Óli Olsen, úr Vestmanna, skipari á Emanuel, Jákup Andreas á Mýruni, úr Syðrugøtu, skipari á Phebe, Kristian í Hvannasundi, skipari á King Arthur, Dia á Vertshúsinum, skipari á Sólarris, Oskar Hjelm, skipari á Reginu, Óla Jákup Jensen, skipari á Marité, Jens Hansen, skipari á Cementu, Sofus Peteren, úr Sandavági, skipari á Ondinu, Esbern Kirke, skipari á Sjey Systkjum, Niclas Hovgaard, bátsformaður á báti umborð á Norðhavinum, seinri skipari á togaranum Norðstjørnuni, Jóan Petur hjá Mórisi í Vági, skipari á Skarvanesi og Jóhan Godtfred, sum sendi felagnum bræv um hetta av Fanø í 1938. Tað grovasta dømi um hvussu devulsettur hesin framferðarhátturin hjá dønum var, er dømi við feðgunum úr Hvannasundi, Mortani og Kaj. Mortan førdi Solo Deo Gloriu og Kaj førdi Karina. Teir lógu og fiskaðu út fyri Tunu í Hamborgarasundinum. Kaj lá ein fjórðing uttari á enn pápin Mortan. Nú kemur danska verjuskipið Ingolf fram á teir. Teir sigla fyrst til Solo Deo Gloriu, sum lá ein fjórðing innari á enn Karin, verjuskipið snarar runt um skipið, og táið teir síggja, at Esbjerg stendur á hekkuni, geva teir Mortani boð um at fara út á bankan at fiska. Síðani siglir verjuskipið út til Karina, Kaj verður biðin um at koma umborð, og hann fekk 4 hundrað krónur í bót fyri at hava fiskað ólógliga. Solo Deo Gloria fekk onga bót. Sagt verður í bókini, at faðir og sonur mangan tosaðu um hesa ymisku viðferðina teir fingu hendan dagin. Hendan søgan sigur meiri enn nakað annað, at alt var fyriskipað soleiðis, at føroyingar skuldu forðast í at veiða við Grønlands strendur. Tað tykist eisini sum hesi donsku verjuskipini – Ingolf og Maagen – hava ligið sum marrur og lúrt undir hvørjum tanga, fyri at plága føroyskar skiparar og fiskimenn á hesi havleið, sum skuldi verið felagssjógvur í danska Kongsríkinum. At tað heldur ikki skuldi bera til at fáa heilsuhjálp ella at hála vatn, sum man ikki plagar at nokta fólki, tá gerst støðan groteskari enn vitið megnar at kapera.

 

Suni F. Jacobsen, úr Tjørnustovu í Norðragøtu, kendur málsnillingur í m.a. táttayrking, er komin sera væl frá týðingini, og øll vit, sum hava áhuga fyri søgu, takka honum hjartaliga fyri, at hann flutti hendan sera upplýsandi bóklingin yvir á móðurmálsins tungu. Strembarin, mentamaðurin, tjóðskaparmaðurin, samfelagsfrøðingurin og skyldmaðurin Zacharias Wang eigur mikið rós uppiborið fyri, at hann átók sær uppgávuna, at geva bóklingin út hjá Stiðanum. Nú eg las hann umaftur, á egnari tungu, kendist hann meiri viðkomandi, og hetta er veruliga eitt skjal, sum meiri enn nakað annað sigur okkum frá um vinnusøguna í einum daprum tíðarskeiði í Føroya Søgu. Eitt neyðugt dokument hjá honum ella henni, sum einaferð fer at skriva vinnusøgu okkara.

 

Bókin skal sjálvandi lesast í røttum konteksti. Føroyar vóru danskt amt og Grønland var danskt hjáland, tá hetta verður skrivað og sent danska fólkinum. Hetta er tíðin áðrenn 12, 50 og 200 fjórðinga fiskimørk, tí hava føroyingar, sum danskir ríkisborgarar, hildið seg átt rættin at fiska við Grønlands strendur. Stutt eftir hetta brestur eitt heimskríggj á, og alt fær eina aðra vend. Bretsku togararnir hvørva av Føroyagrunninum, føroyingar fara at veiða undir Føroyum og at flyta fisk út Íslandi inn á bretska marknaðin. Grønland verður ikki aktuelt aftur fyrrenn Adolf Hitler hevur gjørt av við seg sjálvan, nazismuna og sítt egna land - og søguna síðani kenna tey flestu.

 

Ivasemið, um at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar, er gjørt til skammar. Føroyska búskaparøkið er nú spísikamar í einum landi, sum telist ímillum fremstu tjóðir í heiminum. Teir, sum fiskaðu inn í klettin hjá okkum, fingu somu lagnu sum vit undir Grønlandi í tríatiárunum, men orsøkirnar eru ymiskar, og ta søguna hava vit nú fingið borðreidda á egnum máli frá teimum báðum Suna og Zachariasi.

 

Orsøkin til áheitanina, um at siga nøkur orð, sambært Zachariasi, er tann veruleiki, at eg havi brúkt ein stóran part av lívinum til at sigla við farmi til og frá Grønlandi og ímillum bygdir og býir í landinum. Heilt frá Aappilattoq í Prinsinum norður til Siorapaluk, væl norðan fyri Thule-støðina. Harvið eigi eg nógvar góðar vinir ímillum grønlendingar, og seinri kom eg at sita á Danatingi saman við teimum báðum Lars-Emil Johansen og Kuupik Kleist. Har stovnaðu vit m.a. Hin Norðuratlantiska Bólkin. Lars-Emil og Erlendur Patursson komu á Danating samstundis í 1973, - teir kendust væl og vóru vinmenn. Lars-Emil hevur sagt mær, at einaferð teir sótu og fingu sær ein bita í Snapsatinginum, heldur Erlendur fyri, at føroyingar áttu at fingið størri veiðirættindi í Grønlandi. Tá helt hin bræneggjaði og ungi siumuttarin fyri, at nú gekk vinmaðurin næstan við líka so høgum imperialistiskum tankum sum danir - viðvíkjandi Grønlandi. Tað dámdi gamla manninum úr Kirkjubø ikki, helst hugsaði hann um atferðina hjá dønum andvegis føroyingum í tríatiárunum. Helst hevur alt hetta bara verið sagt í einum speiandi tóna kortini, ímillum vinir, eina lagaliga løtu ímillum onnur verulig gerandismál.

 

Bara einaferð kom eg uppá tvørs av danska valdinum í Grønlandi. Vit høvdu skúrað so leingi í stórísinum frá Torssukatak og norður ímóti Sanerut hálvoynni, ið liggur nakrar fjórðingar sunnan fyri Arsuk og eystan fyri Borgshavn, at skrokkurin skrædnaði, hol varð á inn í lastarúmið. Í himmalsins ódnarveðri sigldu vit tilvitað skipið uppá land, ímillum tveir stórar klettar, undir einum forbergi, fyri at tað ikki skuldi søkka. Pjøssaðu eftir førimuni so frægt, at siglandi var inn til donsku herstøðina í Grønnedal, sum nú verður rópt Kangilinnguit. Danska Skipasýnið tók umvegis eitt fjarrit frá Qoqortoq Radio siglingarloyvið av skipinum, og nakrir danskir reparatørar og kavarar, sum vóru í økinum, skuldu hjálpa okkum við at bøta um fyri at fáa siglingarloyvi aftur. Tað gekk ikki um fliðuna. Fyri tað nógva vóru teir rúsaðir í ørviti. Tí rýmdu vit ta einu náttina, kjaftsvart í mjørka og nógvur ísur, og løgdu leiðina norðuryvir. Ímóti Nuuk. Eftirlýstir í hvørjari tíðindasending stimaðu vit spakuliga niðan ígjøgnum Dávids Strætið. Komnir til Nuuk stóð danska løgreglan fyri okkum. Skiparin var lagdur í hondjørn og rikin niðan á løgreglustøðina í grønlendska høvuðsstaðnum. Eftir avhoyringina varð greitt, at skiparin skuldi setast fyri ein rætt, økisrættin, og ákæruvaldið ætlaði at krevja, at vinnubrævið skuldi takast frá mær í eitt ávíst áramál. Nú vóru góð ráð dýr. Verju hevði eg onga, tað mátti eg sjálvur taka mær av. Var tá 26 ára gamal, so hetta var ein sjáldsom og kanska ein órógvandi støða at vera komin í, men sjórættartímarnir hjá Sigurði Joensen og Trúgva Jacobsen á Føroya Sjómansskúla komu nú væl við og hjálptu mær almikið.

 

Niðurstøðan hjá rættinum varð hendan:

 

”Retten finder ikke, henset til de foreliggende oplysninger om de af tiltalte og skibets besætning foretagne reparationer, at tiltalte ved at have undladt at afvente dykkerrapport forinden sejlads fra Grønnedal til Godthaab har gort sig skyldig i en overtrædelse af en sådan grovhed, at forholdet vil være omfattet af Sølovens §58, stk. 2 jfr. 9 320, hvorfor tiltalte vil være at frifinde for anklagemyndighedens principale påstand.” Subsidiera niðurstøðan gav eina lítla bót – 3 túsund danskar krónur - fyri at hava gingið ímóti boðunum frá danska skipasýninum.

 

Um ein eitrandi illvilji var í hesum málinum, veit eg ikki, tað var tað onkur sum helt, men á blaðsíðu 37 í hesum umrødda bóklingi stendur skrivað, at viðurskiftini í trítiárunum bara stóðu við og versnaðu hjá føroyingum í Grønlandi, og til endans gjørdist tann fyrr so kendi blíðskapurin til eitrandi illvilja. Danir høvdu eggjað grønlendingum at ganga ímóti føroyingum á havmiðunum undir Grønlandi. Hetta er søga, og soleiðis kenni eg ikki grønlendingar ídag, sum eisini hava ment seg á so mongum økjum, og fyri partar hava teir eisini tikið um stýrsvølin á egnum landi sjálvir.

 

Takk fyri høvið mær varð latið, at bera fram hesa hugleiðandi umrøðu av bókini: Danmark, Føroyar, Kalaallit Nunaat – Ein áheitan á danska fólkið.