Hugkveikjandi søgur

"Miljuløtur" eftir Rakel Helmsdal er ein bæði vøkur og lívgandi barnabók

Jógvan Isaksen
11. januar 2019 kl. 19:56

"Miljuløtur" eftir Rakel Helmsdal er ein bæði vøkur og lívgandi barnabók

Við síni fyrstu bók, "Tey kalla meg bara Hugo" frá 1995 legði Rakel Helmsdal ein nýggjan heim fyri lesaran. Bæði hendan bókin og tær flestu av teimum, sum komu henni á baki, ganga fyri seg í Port Janua, og tað ger "Miljuløtur" eisini. Bæði persónnøvn og staðarnøvn eru ein blandingur av vanligum nøvnum og nøvnum, sum høvundurin hevur funnið ymsastaðni í bókmentum og í egnum hugflogi: Sálamonsstræti, St. Bænadiktsgøta, Vita Mansard, Gertrud Leona, Honorius Farley og mong onnur. Staðarnavnið Port Janua er eisini merkisvert. Tað fyrra orðið kenna vit aftur úr enskum, sum fyrsti liður í navninum á einhvørjum havnarbýi: Port Arthur, Port Elisabeth, Port Said. Tað seinna orðið "Janua" er latín og merkir inngongd. Tvs. at "Port Janua" merkir Havnarbýurin Inngongd, og tað fær hendan lesaran at hugsa, at Rakel Helmsdal við hesi staðfestingini bjóðar lesaranum inn í sín gyklandi hugaheim.

Eg havi í ummælum av tveimum Hugo-bókum fýlst á tey í okkara verð eitt sindur løgnu nøvnini, sum høvundurin brúkar. Millum annað av tí grund, at tann verð, har leikur fer fram umframt nøvnini, er so ógvuliga lítið øðrvísi enn okkara egna verð. Hinvegin havi eg so líðandi vant meg við nøvnini, sum Rakul borðreiðir við, og í dag tykjast tey mær næstan vanlig. Her kann lurtarin við fullum rætti siga, at mangt broytist á mansins ævi.

Frásøgufólkið í "Miljuløtur" er tann tólv ára gamla Milja, ið sigur frá ymiskum upplivingum, sum hava verið henni fyri, síðani hon var sjey ára gomul. Í bókini eru tólv søgur, og undan hvørjari søguni eru tekningar av bæði persónum og tí partinum av Port Janua, har leikur fer fram, umframt at tað eisini eru tekningar inni í sjálvum søgutekstinum. Haraftrat stendur tað á breddanum oman fyri hvørja søguna, á hvørjum aldri Milja er, og nær á árinum leikur fer fram. Tað er nevniliga munur á, hvussu Milja ber seg at sum sjey ára gomul og tey eftirfylgjandi fýra árini.


Ymisligar myndir

Á tittulblaðnum stendur, at Kathrina Skarðsá eigur myndirnar í bókini, men tær undan søgunum og inni í søgunum eru so ymiskar, at eg í fyrstani ivaðist í at tað kundi vera sama fólkið, sum hevði teknað. Sambært forlagið er tað kortini so, og tá ið tú hyggur nærri, sært tú líkleikar, hóast tað er fittur skilnaður millum tey bæði sløgini av tekningum. Tær undan søgunum eru líkasum skjótt teknaðar og ikki sørt barnsligar, ímeðan tær inni í tekstinum eru øðrvísi nágreiniliga og vandaliga gjørdar. Ætlanin er ivaleyst, at tær fyrru kundu verið teknaðar av eini tólv ára gamlari gentu, ímeðan tær seinnu krevja eitt vaksið listafólk. Á henda hátt fært tú á annan bógvin eina "barnsliga" barnabók, men á hin er eingin ivi um, at eitt vaksið fólk heldur um endan. Samansjóðingin er, haldi eg, bara heilt væleydnað, og tað eru so nógv bíløt í bókini, at flestu børn niðan fyri tannárini hava fragd av at lesa ella lurta eftir søgunum og um somu tíð hava tey myndirnar at hyggja at.

Sambært mínar egnar royndir hava myndir í barnabókum stóran týdning og ikki bara fyri børn, ið ikki enn duga at lesa, men at kalla fyri øll børn. Minnist, at tá ið eg sum tíggju ára gamal slapp at læna bøkur á Landsbóka­savninum - tann aldurin var krav tá - so tímdi eg ta fyrstu tíðina als ikki at læna bøkur uttan myndir. Talið á tekningum gjørdi minni, tað var nóg mikið, at tað bara vóru nakrar tekningar í eini bók; men tað var so eisini ein treyt.


Tann hugkvæma vinkonan

Fyrsta søgan "Kvirra nátt" sigur frá tí sjey ára gomlu Milju, sum á kvøldi er úti og skreiðir í kavanum saman við vinmanninum Raffa. Tað er sjálvandi stuttligt at skreiða, men eisini spennandi, tí tey mugu vera kvirr, so ein av teimum meira ilsligu grannunum ikki hoyrir tey. Tá knappliga sansa tey knarrandi fótafet í kavanum, og piprandi av bangilsi krógva tey seg, men so er tað pápi Milju, sum er komin eftir teimum. Søgan endar soleiðis í stillari gleði og væntan um komandi skreiðidagar.

Tann næsta søgan leggur eitt sindur syrgiliga fyri, tí Raffi og familja eru flutt, og nú eigur Milja ongan vin. Lukkutíð fær skúlaflokkurin sama dag ein nýggjan næming, tað er tann livandi og hugkvæma Jelena, og tær báðar gerast vinir. Í teimum flestu av teimum fylgjandi søgunum hevur Jelena ein fittan leiklut, men viðhvørt vitjar Milja ommuna og abban, og har verður lagt fyri við hesi fínu orðing: "Onkuntíð eru tað søgur, sovorðnar veruligar søgur úr veruleikanum, sum tað ikki hevði bilað, um eg ongantíð hevði hoyrt. Men tað ber ikki til at velja at óhoyra tær aftur. Tær verða bara verandi í høvdinum, um eg vil tað ella ikki." Vit munnu ivaleyst øll kenna hetta frá uppvøkstrinum, at vit hava fingið eitthvørt spennandi fortalt, og at hetta seinni amast upp á okkum, soleiðis at vit kanska ikki eru trygg at fara einsmøll út, tá ið tað er myrkt. Sum høvundurin skrivar: "tað ber ikki til at óhoyra" søgurnar aftur.


At handfara kenslur

Milja elskar at vera saman við Jelenu, og hon er ikki vælhýrd, tá ið hendan av onkrari grund fær forfall. Ein søgan eitur kortini "Ov nógv av tí góða ... og eitt sindur afturat", har Milja tollaksmessudag er farin at skreiða heima hjá Jelenu og teimum, og kavaroksódn brestur á. Milja sleppur ikki heim til foreldrini, men svevur hjá vinkonuni. Verri er, at hon heldur ikki jólaaftan sleppur til hús, og tá ið streymurin fer, verður heldur eingin jóladøgurði. Tá stendur á gomlum - ella kanska heldur ungum - nøglum, men í evstu løtu jólaaftan kemur pápin til gongu við sletu eftir henni. Kenslurnar hjá Milju, sum ferðast úr erva í neðra og aftur fleiri ferðir, eru vællýstar og uttan iva lættar at fylgja hjá einum barni.

Í heila tikið dugir Rakel Helmsdal væl at spæla við kenslunum hjá einum barni um tann aldur, hon lýsir. Hvussu barnið ynskir sær hetta ella hatta, men eisini hvussu kenslurnar ofta líkasum venda við og gerast tað øvuta av, tað tær beint framman undan vóru. Í hesum minnir skrivingin eitt sindur um hana hjá Oddvør Johansen í skaldsøguni "Lívsins summar", har hendingar og umhvørvi verða sæð við eygunum á tí tíggju ára gomlu Noru.


Ein nýggj heild

Nakrar av søgunum í "Miljuløtur" hava áður verið á prenti, eitt nú í "Mín Jólabók" og í "Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur", men nú eru tær savnaðar í einum søgusavni og gera harvið eina nýggja heild. Hendan heildin riggar somikið væl, at tað ikki bar við meg, at onkrar av søgunum kundu hava verið brúktar í øðrum sambandi, og tað var av berari tilvild, at hetta kom undan kavi. Rakel Helmsdal hevur nevniliga dugað ómetaliga væl at skapa eina heild burtur úr teimum tólv søgunum, og orsøkin er, at karmurin uttan um søgurnar riggar so væl. Hetta, at tað eru tekningar av og upplýsingar um einstakar persónar undan hvørjari søguni sett saman við aldrinum hjá Milju og árstíð, ger at tað kemur ein nýggjur samanhangur fram. Tann einstaka søgan ber seg hampiliga væl einsamøll, men flutt saman við øðrum søgum inn í eina bók, har tað er gjørdur karmur um frásagnirnar, lyftir líkasum søgurnar upp á eitt hægri støði.

Rakel Helmsdal hevur í eini 25 ár borðreitt við sínum heilt egna hugaheimi, ikki bara innan bókmentir, men eisini við egnum Karavella Marionett-Teatri og við myndum og sniðgeving. Haraftrat hevur hon í meira enn tjúgu ár undirvíst í kreativari skriving. Tað kann tí við fullum rætti sigast, at Rakel Helmsdal hevur skapað sær sín heilt egna og sermerkta sess innan føroyskar bókmentir og mentan.

Rakel Helmsdal: Miljuløtur. Stuttsøgur. Myndir: Kathrina Skarðsá. Bókadeild Føroya Lærarafelags 2018. 141 bls.