Leikararnir stríddust væl, og við eitt sindur av hepni kundi javnleikurin saktans komið við heim, men tað bleiv til eitt tepurt tap á útivølli móti Aserbadjan.
Føroyska liðið hevði broytt leikskipan til dagsins dyst. Við trimum miðverjum og vongbakkum var tað eitt meira verjukent lið, vit sóu í dag, í mun til undanfarnu dystir.
Eftir stórtapið í síðstu viku, tóktist tað, sum at ætlanin í dag var at lukka fyri og síðani at dúva uppá skjótálop. Hetta lukkaðist til fulnar í fyrra hálvleiki. Aserbadjan kom ikki til teir stóru kjansirnar, uttan ta einu ferðina, tá ið Óluva Allansdóttir Joensen við fingrunum megnaði at føra bóltin á tvørtræið og verjan síðani fekk ruddað burtur.
Føroysku leikararnir hildu fram við góða verjuspælinum í byrjanini av seinna hálvleiki, men eftir 68 minuttir megnaðu vertirnir tíverri at fáa mál. Aserbadjan hevði horna í teirra vinstru síðu, og okkara fingu ikki ruddað burtur, og so legði Aserbadjan seg á odda.
Føroyska liðið megnaði ongantíð at leggja eitt ordiligt trýst, men tær høvdu kortini onkrar støður og ein stóran kjans í yvirtíðini, sum við eitt sindur av hepni saktans kundi farið inn.
Tá dómarin bríkslaði seinastu ferð stóð 1-0 til vertirnar. Føroyar máttu aftur av vøllinum við einum eitt máls tapi, sum hevur verið gjøgnumgangandi í hesi Nations League kappingini, burtursæð frá 9-0 stórtapinum ímóti Montenegro í síðstu viku.
Liðið ætlaði at reisa seg til dagsins dyst, og við einum megnar liðavriki kunnu leikararnir saktans vera nøgdir við avrikið í ársins síðsta landsdysti. Samstundis var hetta seinasti dysturin í Nations League á hesum sinni.