Hoyvíkingar fara til Ukraina

Spenta støðan við markið til Ukraina ávirkar ikki fjóðingsfinaluna millum H71 og Ukrainska felagið HC Galychanka Lviv. Dysturin verður sunnudagin

Jákup Bogi Joensen
10. februar 2022 kl. 10:00

Besta kvinnuliðið hjá H71 setir í morgin kósina út aftur í Evropa.

Sunnudagin verður fyrra fjórðingsfinalan í EHF-Cup kappingini móti felagnum HC Galychanka Lviv spæld í býnum Lviv í Ukraina. 

Støðan hevur verið og er framvegis spent við markið til Ukraina, tí Russland hevur hótt við at gera innrás í landið.

Danska Uttanríkisráðið hevur áður mælt frá allari óneyðugari ferðing til Ukraina.

Men Evropeiska Hondbóltssambandið, EHF, sum eisini neyvt fylgir við gongdini, metir tað vera ráðiligt at spæla dystin. Tí verður dysturin sum ætlað sunnudagin, og hóast støðan er spent, fer føroyska ferðalagið avstað í morgin, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

Hoyvíkingar flúgva umvegis Danmark til Póllands, har gist verður eina nátt í Warzsawa, áðrenn leiðin leygardagin gongur til Ukraina.

Lviv liggur í vestara partinum av landinum, einar 60 kilometrar frá pólska markinum.

Dysturin verður spældur sunnudagin klokkan 14.00 lokala tíð, og hoyvíkingar fara úr aftur Ukraina við flogfari beint eftir dystin.

Seinna fjórðingsfinalan verður í høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar klokkan 20.00.

Upprunaliga var ætlanin, at steypafinalan hjá kvinnum skuldi spælast í Havn tann 20. februar. Men av tí at H71 verður annað liðið í finaluni og samstundis hevur dystir í Evropa at hugsavna seg um,  hevur kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum gjørt av at flyta steypafinaluna ein mánað, so finalan verður spæld tann 20. mars ístaðin.