Hoyvíkar skúli má uppraðfestast

Skúlin varð tikin í nýtslu í 1977 og hevur síðan bert fingið smávegis ábøtur og útbyggingar.

Robert Vilhelmsen
1. november 2024 kl. 15:14

Skúlin varð tikin í nýtslu í 1977 og hevur síðan bert fingið smávegis ábøtur og útbyggingar.

Bygningurin er í ringum standi, serliga elsti parturin, plásstrot er og tørvur á nútímans hentleikum og nútíðargering.

Stórur vøkstur er í næmingatalinum og útlit eru til munandi størri tørv, so hvørt Hoyvík veksur.

Skúlastýrið má og skal takast í álvara!

Støðulýsing varð gjørd í 2005 og í 2014 vóru lovað munandi tiltøk við umvælingum og nýbygging – men stórt sæð onki er hent.

Býráðið má hava hetta sum eina av hægstu raðfestingum, tryggja eina munagóða ætlan til dagføringar og útbygging av Hoyvíkar skúla og fremja hetta í verki. Tryggja trivnað fyri bæði næmingar og starvsfólk, til gagns fyri áhaldandi menning og læring.

Tørvur er á einum størri og meira tíðarhóskandi skúla.

Vilt tú hava eina skjóta og góða loysn til Hoyvíkar skúla?

Set X við Robert á lista C - Javnaðarflokkurin – Vit fremja úrslit!