Hoyvík varpað úr Europa

Ov nógvir misnýttir upplagdir møguleikar kostaðu sigurin í Spania í kvøld

Jóannes Hansen
15. januar 2023 kl. 19:35

Tað gekk ikki hjá H71 kvinnunum, tá ið tær í Spania í kvøld royndu at taka tað aftur, sum tær mistu í gjár, tá ið tær taptu 34 – 31.

Í kvøld endaði tað 28 - 26, eftir at spanska liðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 13 – 12. H71 stóð einki aftanfyri mótstøðuliðið í spæli. Heimaliðið var fyri tað mesta frammanfyri við einum og tveimum og onkra ferðina trimum málum, men miðskeiðis í seinna hálvleiki høvdu H71 kvinnurnar strítt seg upp  á 20 – 20, og so hildu tær tørn og vóru fleiri ferðir frammanfyri við einum máli.

Tá ið tað restaðu fimm minuttir, fór H71 at gera skjótt av í álopsspælinum, tí tað ráddi um at vinna heimaleiðsluna upp á trý mál frá leygardegnum aftur. Tá vóru tær ikki hepnar, og H71 legan kendi, at avgerðir hjá dómarunum avgjørt ikki vóru teimum til vildar.

Rúna Larsen bjargaði fleiri ferðir meistarliga væl, meðan tað í hinum endanum var avgerandi, at føroysku spælararnir vóru óhepnir í royndunum ímóti málinum. Málverjin bjargaði fleiri ferðir, og aðrar ferðir vóru H71 spælararnir óhepnar, tá ið tær raktu í stólpan.

Umframt Rúnu Larsen í málinum var eyðsýndasti spælararin hjá H71 Maria H. Weyhe, sum var toppskjútti við sjey málum. Jana Mittún pg Guðrið á Borg skoraðu fýra mál, og Anna Eliasbeth H. Weyhe skoraði trý mál.

 

Atletico Guardes – H71 28 – 26 (13 – 12)

Atletico Guardes samantaldur vinnari við 62 – 57