Hoyringarfundur hjá brekrættindanevndini er í dag

Próvtøkan, sum er í døgunum 21. til 23. august í Genève, byggir á frágreiðing frá ávikavist Føroya landsstýri og føroyska sivilsamfelagnum, har orð aftur verða sett á tey rættindi, sum enn ikki eru fingin í rættlag

Mynd: megd.fo
megd.fo
21. august 2024 kl. 15:35

Í dag skulu Føroyar til hoyring hjá brekrættindanevndini hjá Sameindu tjóðum. Hetta er í sambandi við, at Føroyar sambært brekrættindasáttmálanum skal til próvtøku hjá ST nú fríggjadagin 23. august.

Hoyringarfundurin í dag er ein fyrireiking til sjálva próvtøkuna, og er hesin fundur millum ST og sivilsamfeløgini í Danmark og Føroyum. Tiltakið byrjar í dag, mikudagin 21. august, kl. 16.20 á høvuðsskrivstovuni hjá ST í Geneve, Palais des Nations.

Próvtøkan, sum er í døgunum 21. til 23. august í Genève, byggir á frágreiðing frá ávikavist Føroya landsstýri og føroyska sivilsamfelagnum, har orð aftur verða sett á tey rættindi, sum enn ikki eru fingin í rættlag. Eftir próvtøkuna sendir brekrættindanevndin hjá ST tilmæli umvegis danska kongsríkið til Føroyar áheitan um at seta í verk viðkomandi átøk. Próvtøkan er í roynd og veru ein fundur millum viðkomandi partar, har rættindi verða umrødd munliga.

Eins og undanfarin ár er Føroyar partur av samlaðu frágreiðingini frá danska kongsríki til ST.

Nakað av tí, sum víst verður til í frágreiðingini er, at Føroyar tørvar eina lóggávu, har brekrættindasáttmálin verður settur í gildi sum løgtingslóg, at betra hoyringar í sambandi við lógarsmíð, at gera eina landsfevnandi brekpolitisk virkisætlan, at verja fólk, ið bera brek, fyri stovnsgerð og mismuni og at menna starvsfólkatilfeingi. Hetta eigur millum annað at verða sett í verk saman við eini tvørgeira rættindalóg við tillagingarskyldu, ið bannar allan mismun á øllum økjum vegna brek.

Við hesum eru rættindinum hjá fólki, sum bera brek, komandi árini í vanda fyri at verða ávirkað skeivan veg eitt nú av vaksandi stovnsgerð og niðurlaging av verandi rættindum.

Hetta er triðju ferð, at MEGD vegna tey 24 limafeløgini fær møguleika at lýsa støðuna hjá fólki, ið bera brek í Føroyum - fyrstu ferð var í 2014 og seinast var í 2019. Síðani seinastu hoyringarnar eru framstig gjørd til frama fyri brekøkið, men enn er tørvur á at finna loysnir upp á grundleggjandi avbjóðingar. Tí er tað við vón um enn fleiri batar, at leiðin aftur gongur til Genève. 

Her finnur tú frágreiðingina, sum send var brekrættindanevndini.