Sum støðan er í dag, er átrokandi brúk fyri okkum, og øllum øðrum góðum kreftum. Tað sigur Felagið fyri Lesi- og Skriviveik nú í eini áheitan á Løgtingið og Landsstýrið.
Tey harmast um, at játtanin til Lesihúsið er skerd í ár - og tey harmast upp aftur meiri um, at Landsstýrið ikki vil hækka játtanina aftur á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Nú hava tey so vent sær til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum við eini áheitan um at hækka játtanina aftur.
Í Lesihúsinum, sum er í Tróndargøtu, eru útbúnir lærarar, sum hjálpa børnum, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar. Í 2023 var játtanin til Lesihúsið 2,6 milliónir, men í ár varð játtanin skerd 200.000 krónur.
Í septembur ár heitti Felagið fyri Lesi- og Skriviveik á landsstýrismannin í barna- og undirvísingarmálum, Djona Nolsoe Joensen, um at fáa játtanina til felagið upp aftur á tað sama sum hon var í 2023, ella helst upp í 2,7 milliónir.
– Tíverri hevur landsstýrismaðurin ikki gingið áheitan okkara á møti, og tí heita vit á Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um, í minsta lagi at hækka játtanina næsta ár upp í 2.600.000, sum hon var í 2023, siga tey.
Tey siga, at tørvurin er sera stórur og tey hoyra javnan frá foreldrum um, hvussu ringt teirra børn hava tað, tí tey ikki fáa ta røttu hjálpina í skúlanum.
– Nøkur av hesum foreldrum eru í dýrastu neyð, tí tey ána ikki, hvagar tey skulu venda sær fyri at fáa hjálp til børnini, sigur felagið.
Nógv tey flestu av hesum børnum fáa eisini trupulleikar á øðrum økjum, tí tey ikki fáa ta neyðugu hjálpina í skúlanum. Og tey leggja afturat, at her tosa tey um skúlan, ið skal eitast at vera tyri øll.
– Tey siga, at tey síggja fram til tann dag, tá ið ongin tørvur er á Lesihúsinum longur, men sum støðan er í dag, er átrokandi bruk fyri teimum, og øllum øðrum góðum kreftum.