Hoyr um annan - hygg um teg sjálvan

”So, so, tað er kanska, tú hevur í hvussu er sett fólk í eina øgiliga keðiliga støðu, við at ikki at geva tann løn...

Torbjørn Jacobsen
3. januar 2018 kl. 10:06

”So, so, tað er kanska, tú hevur í hvussu er sett fólk í eina øgiliga keðiliga støðu, við at ikki at geva tann løn í kanska tann dýrasta mánan í árinum, ha?” Tú, í hesum førinum, skuldi vera ella er Runavíkar kommuna, sum fekk eina ordans breiðsíðu frá Jógvani Philbrow í Útvarpinum á miðdegi í gjár. Borgarstjórin bleiv uppringdur av ÚF, men eftir nógv ár í bransjuni, og soleiðis sum Kringvarpið eftirhondini er farið at virka, leggur ein tvey og tvey saman beinanvegin, skálkurin aftanfyri oyrað veksur serliga nógv, táið tey spyrja um eina bandaða samrøðu, serliga táið ósemja valdar, og í hesum førinum skuldi hon sjálvandi klippast á skák inn í eina heimagjørda søgu við Philbrow og einum margháttligum tíðindaskrivi frá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, um siðvenjur, sum høvuðsingrediensum.


Jógvan Philbrow kann bara takka einum einasta persóni í verðini fyri, at støðan er sum hon er, og tað er sær sjálvum. Ongum øðrum. Í hesi samrøðuni, skrivað beint av eftir útvarpssamrøðuni, eiga fólk at seta Jógvan Philbrow inn í tekstin ístaðin fyri Runavíkar kommunu. Tástani kenna tey veruleikan, sum hann er. Hann sigur:

”Fyrstu dagarnar, táið, aftan á jól, har um 27.-28., haldi eg, vit fingu tær fyrstu fráboðanirnar um, at ongin løn var komin, og var tað frá limum, sum ikki høvdu fingið pengar……..ja, tað var frá limum, sum spurdu, um tað ikki var alment, at kommunan ætlaði at gjalda, og tað hevði KAF jú fráboðað, at lønin fór at verða goldin. Táið man hevur væntað at havt eina ávísa inntøku, so kanska fer man út og keypir okkurt, sum man hevur brúk fyri, sum man kanska annars hevði roynt at hildið aftur á, hvis man visti, at man skuldi fáa pengarnar til at strekkja til tá, síðst í januar heldur, ha? So, so, tað er kanska, tú hevur í hvussu er sett fólk í eina øgiliga keðiliga støðu við ikki at geva tann løn í kanska tann dýrasta mánan í árinum, ha?.........Akkurát í hesum førinum haldi eg, at tað er øgiliga smáligt, og eitt er at man ikki útbetalir lønir, men so heldur ikki at boða teimum starvsfólkunum frá, at tey fara ikki at fylgja boðum frá KAF, tað er eitt sindur óheppið og ræðuliga keðiligt hjá hesum starvsfólkum.”

Hesa svaduna skal Jógvan Philbrow venda ímóti sær sjálvum og ikki borgarstjóranum í Runavíkar kommunu. Tað er ikki mín uppgáva at halda skil á Føroya Pedagogfelag.

13. desember er tað greitt, eisini fyri Jógvani, at KAF hevur gjørt hesa staðfestingina, eftir at Philbrow hevur lýst verkfall og KAF nakað seinri lýsti verkbann:

“Viðvíkjandi lønarútgjaldingum, eftirløn o.a. Starvsfólk, sum eru fevnd av verkfalli og verkbanni hava ikki rætt til løn frá kommununum. Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur tikið avgerð um, at starvsfólk (leiðarar, varaleiðarar, hjálparfólk og pedagogar), sum eru fatað av verkfallinum/verkbanninum skulu hava løn samsvarandi tíðina tey eru til arbeiðis.”

Runavíkar kommuna avroknar lønirnar samsvarandi hesum beint fyri jól. Eftir tað kemur ein kunning, sum greitt bendir á, at Føroya Pedagogfelag liggur meiri ella minni í stjórnarloysi, og at formaðurin als ikki skilir, hvat ið krevst, fyri at vera annar parturin í einari ósemju á arbeiðsmarknaðinum, sum hevur havt verkfall og verkbann við sær. Tí seint seinrapartin hin 20. desember skrivar KAF m.a.: “Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur fyri løtu síðani avgjørt at rinda námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum eru rakt av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember. Orsøkin til hesa støðu er, at Pedagogfelagið ikki hevur umsitingarliga orku til at veita endurgjald til sínar limir í desember.”

Hetta broytir á ongan hátt niðurstøðuna frá 13. desember. Meginreglan er knæsett. Klokkuklár. Ongin, sum er fevndur av verkfalli ella verkbanni, hevur rætt til løn frá kommununum. Hendan niðurstøðan fekk okkara fulla stuðul. At onnur atlit, kenslulig kanska, sum annars eru konfliktini fullkomuliga óviðkomandi, fáa nevndina fyri KAF at saðla um beint fyri jól, er eitt heilt annað mál. Tað mest óhoyrda – kanska er tað meiri tragikomiskt enn óhoyrt - er, at KAF ynskir at vera stuðulspedagogur hjá formanni Pedagogfelagsins í lønartrætuni, tí at hann ikki megnar at stjórna sínum felag, og ikki hevur umsitingarliga orku til annað enn at tveita limunum ein túsund krónu seðil til jólakeyp í Føroya Keypssamtøku.

KAF snarar 180 stig, ger eina rættiliga metamorfosu, eftir einari viku, men broytir kortini ikki meginregluna – prinsippið. Tað fer ikki ein flís av prinsippinum. Jól, Kyndilsmessa, páskir, hvítusunna, ólavsvøka, heystfrítíð ella onnur ósaklig atlit hava onki sum helst við eina konflikt á arbeiðsmarknaðinum at gera. Vit hildu tí fast um avgerðina frá 13. desember. KAF hevur als ongar heimildir til at geva fráboðanir um útgjald úr kassanum hjá Runavíkar kommunu, og eg meti meg heldur ikki at hava hesa heimildina í hesum førinum. At læna fólki pening frá borgarum okkara. Runavíkar kommuna er ikki ein banki, men ein felagsstovnur hjá 4 túsund borgarum. Tí steðgaði lønin tann dagin fólk góvust at arbeiða. So einfalt er tað.

Í rangsnúgvingini, fyri at flyta fokus frá sínum egna maktaloysi, roynir Philbrow seg við vantandi kunning. Hetta er heldur ikki rætt. Álitisfólk og onnur hava telefoniskt fingið at vita frá umsitingini, at onki nýtt var undir sólini Runavíkar kommunu viðvíkjandi, vit hildu fast við upprunaligu niðurstøðuna hjá KAF, og hon bleiv ikki broytt. Avgerðin var mín, og ábyrgdin liggur bara og øll sum hon er á mínum herðum.

Tað er óivað trupult hjá fólki at finna útav hesum málinum, so væl sum Kringvarpið megnar at grugga tað. Ígjár tóktist tað sum, at hetta var ein ósemja ímillum Pedagogfelagið og Runavíkar kommunu. Tað er ein viðfáningur í málinum. Kjarnin, sum journalistarnir ikki hætta sær, ella ikki hava dirvi til, at fara í holt við, er Fíggjarmálaráðið. Har byrjar málið, táið fíggjarmálaráðharrin “yvirrulaði” Lønardeildina, og tók av semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum í sjúkrasystratrætuni. Tann avgerðin loypti varg í allan arbeiðsmarknaðin, sum verður órógvaður higani til ólavsvøku, við hetta lag.

Um fíggjarmálaráðharrin eisini hevur “yvirrulað” Lønardeildina til at gjalda lønir út til fólk í verkfalli, vita vit ikki, men inni á heimasíðu Fíggjarmálaráðsins (www.fmr.fo + lønardeildin + vegleiðingar + 5. brot) stendur soleiðis skrivað um lønir - í sambandi við arbeiðssteðg samsvarandi sáttmála:

”Lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi, skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin er.

Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólk, sum er sjúkrameldað, í barnsburðarfarloyvi, orlov við løn ella við niðursettari løn. Goldin verða heldur ikki frítíðarløn, frítíðarískoyti og eftirlønargjald. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, hevur arbeiðsgevarin skyldu aftur at rinda løn o.a., við teirri treyt, at setanarviðurskiftini verða tikin uppaftur.”

Lønardeildin valdi at gera tað øvuta, og kann tað hava ávirkað støðuna hjá KAF hin 20. desember. Seinri hevur Lønardeildin verið frammi við einum tíðindaskrivi, við eini til høvi uppfunnari siðvenju, og vónandi er tað Kristina Háfoss, og ikki Lønardeildin, ið hevur hildið penninum. Hetta líkist partapolitiskum spuna. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur higar til dags havt stóra tign og virðing millum manna. Álitið og legitimiteturin hava staðið á hesum, at deildin virkaði óvildug og objektiv, líkamikið hvør politiski observansurin var í ráðharrastólinum. Hendan tíðin tykist vera farin, nú er eyðsýnt, at Lønardeildin verður stjórnað eftir partapolitisku kumpassini hjá tí, sum situr á ministarataburettini. Øll vita, at Snorri Fjallsbak er organiseraður tjóðveldismaður, men tað hevur ongantíð kenst aftur í hansara arbeiði á Lønardeildina, til tað var hann alt ov professionellur sum leiðari, og kendi til fulnar sína uppgávu sum samráðingarleiðari fyri arbeiðsgevaran í lønarsamráðingum á arbeiðsmarknaðinum, líkamikið hvør flokkur annars var umboðaður í ráðharrastólinum. Hendan tíðin er tíverri farin, og tað fer at taka langa tíð til tess at byggja tað álitið uppaftur ímillum fólkið í Føroyum.

Tað eru tveir partar í eini ósemju sum hesari. Arbeiðsgevarin (kommunur og land) og fakfelagið, í hesum førinum Føroya Pedagogfelag. Slíkar ósemjur harðna dag frá degi hagartil ein semja fæst. Fari at heita á øll um at halda fokus í málinum, tvistinum ímillum tveir partar, sum í løtuni ikki eru samdir.

At Jógvan Philbrow bønliga hevur heitt á mótpartin um at gjalda limum sínum løn, tí hann ikki megnar at organisera og skipa sítt egna felag so frægt, tað fái eg onki gjørt við, og í ringasta lagi hevur hetta – ella alrahelst - longt um verkfallið/verkbannið í ein mánað.

Vónandi koma partarnir sum skjótast til eina semju, ið teir kunnu liva við, og sum ikki minst samfelagið eisini kann liva við.

Og viðvíkjandi ákærunum frá Jógvani Philbrow: Hoyr um annan – hygg um teg sjálvan. Tað hjálpir ikki uppá eina veika støðu, at tveita um seg við ósannindum eftir øðrum, serstakliga ikki, táið tey ætlaðust at raka ein mýruvong sum undirritaða í hesum málinum.

Námsfrøðingarnir í Runavíkar kommunu, og tey sum annars eru rakt av verkfalli og verkbanni í hesum døgum, eru hjartaliga vælkomin aftur í størvini, táið hendan orrustan er av. Samfelagið hevur stórliga brúk fyri tykkum, og lønin verður tá veitt sambært galdandi heimildum, sáttmálum og avtalum sum vanligt.

Adressan í málinum er framvegis Fíggjarmálaráðið. Aksel Vilhelmsson, evsti ábyrgdari, hevur telvað við svarta fólkinum. Frúgvin hevur stungið nøsina í so langt fram frammi á borðinum, eitt sindur í óðum verkum, men er nú eftir trýsti endað afturi á D8. Skákað, men ikki verri enn tað, at býtast kann upp. Alternativið er ein møðislig gongd út á ørvarendan.