Størsta málið fyri framman er høvuðsumvæling av Vestmanna Skúla

Kommunuval 2024: Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
27. mai 2024 kl. 20:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- At Fjallsvegur bleiv veruleiki, og at mentanarøkið er uppraðfest. Fegnist eisini um, at fyrireikingararbeiðið í samband við høvuðsumvæling av Vestmanna Skúla er komið væl ávegis, og at kommunan er skuldarfrí, sum er alneyðugt í samband við stóru verkætlanina.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- At tað neyvan fer at eydnast at fara undir at víðka kirkjugarðin, tí tað er trupult at finna arbeiðstakara til verkætlanina.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Høvuðsumvæling av Vestmanna Skúla.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Eg veit ikki enn.