Høvuðsnavn á G! eigur ársins staklag

Human er ársins staklag.

Innsent
22. februar 2018 kl. 17:30

Tá stóra enska tónleikavirðislønirnar Brit awards í gjár vóru hildnar gjørdist greitt at G! aktuelli Rag’n’Bone Man vann ársins staklag fyri ‘Human’  - millum annað í tættari kapping við ‘Shape of you’ hjá Ed Sheeran. 

 

Á stóra Brit Awards tiltakinum í gjár framførdi Rag´n´Bone Man hansara Skin, beint aftaná framførsluna hjá Justin Timberake, og løtu seinni var hann kosin vinnari av ársins staklagi. 

 

Fløga hansara seldi yvir 1 million eintøk í fjør, og er hann soleiðis tann skjótast seljandi mannligur artistur seinastu tíggju árini. 

Rag’n’Bone kann hoyrast á sandinum í Syðrugøtu á G! festivalinum 2018