Í gjáramorgunin skrivaðu vit, at løgreglan hevði havt úr at gera í fyrra hjálvleiki av ólavsøkuni, men at talan hevði at kalla bara verið um smáttarí.
Og nú veitsluhugurin er dovnaður aftur í morgun, sigur løgreglan, at í gjár, ólavsøkudag, og í nátt, hevur søgan verið tann sama.
Hóast veðrið ikki rættiliga var til vildar, hevur tað kortini verið nógv fólk í býnum. Og í tí sambandi hevur løgreglan havt nógv at gera - og sum heild hevur brennivín verið uppi í.
Hinvegin sigur løgreglan eisini, at samarittarnir hava verið vælmannaðir í býnum og tey hava tikið ein stóran part av tí arbeiðið, sum ofta er í kjalarvørrinum á fólki, sum ballast. Og har har samarittarnir hildu tað vera neyðugt, sendu teir boð eftir sjúkrabilinum.
Men kortini var ríkiligt eftir at gera hjá løgregluni og tey siga, at tey hava hjálp nógvum fólkum, sum hava ligið avfollin, á føtur aftur og nógv eru koyrd til hús.
Løgreglan sigur, at einar fimm ferðir máttu løgreglan leggja upp í, har fólk vóru komin til ilnar og fingu skilt partarnar sundur, áðrenn tað gekk heilt galið.
Men kortini hava tey fingið eitt mál, sum kann enda við einum máli um harðskap - ella kanska ikki. Tað er ein maður, sum sigur, at hann er sligin, men hann var so drukkin, at hann mintist ikki rættliga, hvussu tað var. Hann skal so avhoyrast aftur seinni, tá ið hann er klárnaður aftur og fyrrenn tá veit løgreglan ikki, hvat tað endar við.